Danska tónleikatíðarritið Gaffa gevur Knút Háberg Eysturstein 3 stjørnur fyri útgávuna On High.
Espen Strunk ummælir fyri Gaffa. Hann sigur millum annað: Gennemarbejdet og ganske kedsommelig færøsk singer/songwriter ufgivelse.
Hann nevnir føroyska, vónríka tónleikin og serstaka ljóðið. Men um júst hesa útgávuna hjá Knúti hevur hann at siga, at hon er professionell og heldur keðilig. Onki er at seta fingurin á, tá tað snýr seg um hondverkið, verður sagt.
Ummælið kann lesast her: http://gaffa.dk/anmeldelse/80422