KODA roynir at steðga Rás 2

KODA hevur biðið fútan kvetta sambandið hjá Rás 2 við sendimastrina, tí rásin ikki vil gjalda KODA-pengar. Rás 2 tvíheldur um, at KODA ongan rætt hevur at krevja pengar inn í Føroyum og sendir sum vanligt

 

Danski felagsskapurin KODA hevur biðið fútan um at kvetta sambandið hjá Rás 2 við sendimastrina, tí útvarpsrásin vil ikki gjalda felagsskapinum pengar fyri at spæla tónleik.

KODA umsitir rættindini hjá yrkjarum og komponistum og krevur pengar inn fyri nýtsluna av tónleiki í danska kongaríkinum.

Rás 2 noktar at gjalda KODA pengar fyri sítt brúk av tónleiki, tí teir halda, at KODA hevur ongan rætt at krevja pengar inn í Føroyum.

? Eg havi biðið KODA vísa mær heimildina, sum teir hava fyri at krevja pengar frá okkum, og so skal eg nokk gjalda. Men tað hava teir ikki kunnað víst mær, og tí fáa teir ongar pengar frá okkum, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2.

? Eg kenni meg sannførdan um, at KODA als ikki kann krevja pengar inn í Føroyum, tí eingin lógarheimild er fyri hesum. Hvørki KODA ella fútin hava kunna víst mær hesa lógarheimild, sigur hann.


Klaga til lógarmálaráðið

Fútin hevur roynt at steðga Rás 2 í at senda tónleik, eftir at KODA ongar pengar fekk frá útvarpsrásini.

Petur Jacobsen noktaði tó at gera eftir boðunum hjá fútanum, fyrr enn hann kundi síggja prógv fyri, at hann átti at gjalda fyri hesa nýtsluna.

Fútin hevur síðani boðað KODA frá, at hann ikki hevur viljað avbrotið sendingarnar hjá Rás 2, og hetta hevur fingið KODA at venda sær til danska lógarmálaráðið fyri at fáa teir at leggja uppí.

Málið kann tykjast fløkt, men sjónarmiðini eru púra greið. KODA heldur seg hava rætt til at krevja pengar inn í Føroyum vegna tey tónaskøld, sum teir umsita rættindini hjá, meðan Rás 2 tvíheldur um, at KODA hevur einki at gera í Føroyum, tí eingin heimild er fyri teirra virksemi her.

? Vit skulu hava lógarverk á hesum økinum, og best var, um vit fingu eina føroyska skipan, so føroyskir tónleikarar eisini fingu ágóðan av hesum pengunum. Í løtuni verður ein rúgva av pengum sendir av landinum, men vit fáa bert ein lítlan partur aftur til landið, sigur Petur Jacobsen.

Í dag verður fundur í felagsskapinum Føroysk Tónaskøld, og har verður KODA væntandi eitt heitt evni.