Kofi Annan 65

Ein lágmæltur maður við blíðum, men álvarssomum eygum. Kofi Annan, ST-aðalskrivari, fylgir í hesum døgum gjølla við tí, sum hendir í Irak. Í gjár fylti hann 65.

Kofi Annan hevur fyrr sagt, at tá viðurskiftini í heiminum eru serliga trupul, plagar hann at ganga langar tíurar, tí tá fær hann møguleika og stundir til at hugsa. Einki at ivast í, at hann hevur tørv á fleiri slíkum túrum í hesum døgum, tí hann hevur ikki dult fyri, at hann metir kríggið í Irak sum eitt sera álvarssamt mál fyri alt heimssamfelagið.
Kofi Annan er ættaður úr Ghana. Pápi hansara var høvdingur í einum ættarbólki har. Sjálvur er hann vorðin friðarhøvdingur hjá øllum heiminum. Hann sigst vera ein hóvligur, blíður og klókur maður. Hann tykist varin og afturhaldandi, men eingin skal vera í iva um, at hann veit, hvat hann vil. Tey eru mong, sum halda, at hann er tann besti aðalskrivarin, sum ST hevur havt síðani svian Dag Hammerskjøld, sum doyði í einari flogvanlukku í 1961.
Kofi Annan hevur tvær amerikanskar universitetsútbúgvingar, hann tosar enskt, franskt og fleiri afrikansk mál. Sum aðalskrivari hevur hann staðið fyri fleiri nýskipanum í ST-skipanini. Eitt nú hevur hann tryggjað kvinnunum betri atgongd til størv hjá heimsfelagsskapinum.
Kofi Annan hevði fleiri álitisstørv í ST, áðrenn hann gjørdist aðalskrivari í 1997. Hann hevur verið hákommiserur í flóttafólkamálum, næstovasti fyri teimum friðarvarðveitandi deildunum hjá ST, serligur sendimaður í Irak og Jugoslavia og varaaðslskrivari.
Í hesum døgum liggur kríggið í Irak honum fremst í huganum, og tað er einki at ivast í, at hann fer at gera alt, sum gerast kann, til tess at tryggjua, at heimsfelagsskapurin skal verða við til at tryggja friðin, tá kríggið í Irak einaferð er liðugt.