Kofi Annan í døpurhuga

Keldur á ST-høvuðsborgini í New York vilja vera við, at Kofi Annan, aðalskrivari, er í døpurhuga, og at hann umhugsar at leggja frá sær.

Orsøkin er ein frágreiðing, sum verður løgd fram seinni í vikuni. Har kemur millum annað fram, at tann 29 ára gamli Kojo Annan, sum er sonur aðalskrivaran, hevði ein rættiliga ivingasaman leiklut, tá ST loyvdi Irak at selja olju, so landið kundi keypa mat og heilivág. Kojo Annan arbeiddi tá hjá einari sveisiskari fyritøku, sum slapp at selja Irak vørur, og tað er komið fram, at fyritøkan rindaði Kojo Annan 2,5 milliónir krónur í ómaksløn.

Fleiri amerikanskir politikarar hava kravt, at Kofi Annan skal leggja frá sær orsakað av málinum um sonin. Teir vísa eisini á, at hetta er ikki tann fyrsta gølan, sum ST er komið í, meðan Annan hevur verið aðalskrivari. Eitt nú vísa teir á, at ST-hermenn hava neyðtikið børn í Kongo.