Hann var ein vælumtóktur aðalskrivari og fekk saman við ST Nobel friðarheiðurslønina. Hann var 80 ára gamal.
Tað váttar Kofi Annan Foundation í dag sambart AP tíðindastovuni.
Annan arbeiddi næstan alt vaksna lív sítt í ST-skipanini og var tann fyrsti svarti afrikanski leiðarin fyri felagsskapin.
Hann var aðalskrivari frá 1997 til 2006 og tók við eftir Boutros Boutros-Ghali.
Kofi Annan var í 2001 afturvaldur til eitt nýtt fimmáraskeið á odda fyri ST, sum eisini var tekin um, hvussu vællýddur hann var.
Sama ár fingu ST og Kofi Annan Nobel friðarheiðurslønina fyri »teirra ágrýtni fyri ein betri felagsskap og ein friðarligari heim«,
Fyrrverandi aðalskrivarin náddi í síni tíð sum leiðari fyri ST mllum annað at seta fokus á mannarættindi, seta fram tey sonevndu millennium-málini fyri menning og at gera framstig í stríðnum ímóti sjúkum sum aids og malaria.
Harumframt megnaði hann sum aðalskrivari at standa á odda fyri fleiri væleydnaðum semingsroyndum í fleiri ósemjum.
Sjálvt um hann var ein ógvuliga vællýddur leiðari fyri heimsfelagsskapin, hevur seinni verið kjast um, hvørt hann livdi upp til væntanirnar.
Serliga í hansara tíð sum varaaðalskrivari frá 1993 til 1996 við ábyrgd fyri friðarvarðveitandi ST-tiltøkunum koma at kosta honum dýrt í umdømi.
Soleiðis varð hann í seinni frágreiðingum kritiseraður fyri ikki at hava gjørt nóg mikið í sambandi við fólkamorðið í Rwanda í 1994, tá 800.000 fólk vórðu dripin og blóðbaðið í Srebrenica árið eftir, meðan hann var samskipari.
Annan var tó maður fyri at viðganga síni mistøk og greiða frá sínum harmi.
Núverandi ST-aðalskrivarin António Guterres umrøður hann sum ein »stríðsmann fyri tí góða«.
– Tað var við stórari sorg, at eg frætti um deyða hansara. Upp á nógvar mátar var Kofi Annan ST. Hann vaks í tign fyri at leiða felagsskapin inn í eitt nýtt túsúndaáraskeið við stórari virðing, sigur hann.
Fyrrverandi ST-aðalskrivarin varð føddur í brekststrýra Ghana í Vesturafrika. Pápin var guverørur í Ashanti-lanslutinum.
Annan var sera vælútbúgvin við akademiskum prógvum frá lærdum háskúlum í Ghana, Sveis og USA.
Í 1962 varð hann settur í starv í Heimshandilsfelagsskapinum WHO og vaks skjótt í tign haðani.
/ritzau/