Kofi Annan gav ilt av sær

Nýggjársaftan leggur Kofi Annan frá sær sum ST-aðalskrivari. Í gjárkvøldið fekk USA eina seinastu heilsan frá honum

Í einari merkisverdari røðu fanst Kofi Annan at amerikanska uttanríkispolitikkinum, og hann kom við ábendingum mum, at eftir hansara tykki hevur USA tveitt fleiri kjarnuprinsipp fyri borð í landsins bardagan ímóti altjóða yvirgangi.

-Altjóða stovnar fáa ikki gjørt nógv, um USA heldur seg uttanfyri, segði Kofi Annan, og hann helt fram:

-Mannarættindi og rættartrygd hava avgerandi týdning fyri altjóða trygd og framburð, men tað letur seg ikki gera, uttan at USA heldur seg til síni prinsippir - eisini í bardaganum ímóti yvirgangi, segði Annan og sipaði til, at aðrar amerikanskar stjórnir hava lagt stóran dent á mannarættindini.

Hann endaði røðu sína við at endurgeva nøkur hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Harry Truman:

-Eingin tjóð kann tryggja seg sjálva við at royna at hevja seg upp um allar aðrar.


Misnøgd

Røðan hjá fráfarandi ST-aðalskrivaranum fekk ikki góð móttøku í Washington.

-Eg hevði vónað, at hann fór at tosa um tað, sum vit hava avrikað í samstarvi, segði Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, sum helt, at Kofi Annan átti at brúkt røðuna til okkurt annað.

Hon helt, at tað finnast mong dømi um, hvat ST og USA hava fingið av skafti við at samstarva, og hon segði seg harmast um, at Kofi Annan ikki brúkti røðuna til at tosa um tað.