Kofi Annan skjótt til Sýrialands

Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan ætlar sær til Sýrialands um stutta tíð. Sum serligur sendimaður hjá ST og Arabisku Samgonguni skal hann royna at fáa eina friðarliga loysn á kreppuni í landinum.

Kofi Annan var í New York í gjár og tosaði við eftirmann sín, Ban Ki-moon, um gongdina í Sýrialandi. Aftan á fundin segði Annan seg vóna, at sýriski forsetin, Bashar al-Assad, er til reiðar at samstarva.

Tann 73 ára gamli Kofi Annan skal virka fyri einari friðarligari loysn, sum eisini skal umfata eina politiska loysn, ið skal ganga tí sýriska fólkinum á møti. Tað skal gerast við samskifti millum stjórnina í Damaskus og andstøðuna.

Enn hava teir sýrisku myndugleikarnir ikki sagt, um Kofi Annan yvirhøvur sleppur til Sýrialands.