Teir amerikonsku dollaraseðlarnir fáa ikki altíð ta bestu viðferðina og kunnu tí vera bæði rukkutir og skitnir, men nú vísir ein kanning, at 90 prosent av øllum seðlunum hava spor av rúsevninum kokain uppi á sær. Fyri tveimum árum síðani vísti ein tilsvarandi kanning, at tá vóru spor av kokaini á 67 prosentum av dollaraseðlunum, skrivar AP.
Tey, sum hava gjørt ta nýggju kanningina, siga, at úrslitið prógvar, at kokain gerst alt meiri vanligt sum rúsevni í USA.
Serliga illa stendur til í høvuðsstaðnum Washington. Har høvdu 95 prosent av teimum kannaðu dollaraseðlunum spor av kokaini á sær.