Umborð
- Vit fóru út seinasta fríggjakvøld á fyrsta veruliga túrin hjá Róki. Makkari er í løtuni Bakur, sum er liðugur á bedingini í Klaksvík. Á royndartúrinum herfyri var Rókur úti saman við Stelki, sum nú er á beding í Klaksvík. Fiskiskapurin er sera vánaligur í løtuni.
Tað sigur Búgvi Jacobsen, sum var staddur á brúnni á Róki, tá ið vit ringdu at fregnast.
Hann sigur, at teir hava mist nakað av fiskitíð hendan fyrsta túrin, tí teir hava verið í landi aftur við fólki, sum hava verið umborð og fylgt við, hvussu nýggja útgerðin, sum teir hava fingið umborð, riggar.
- Hetta er fimtu ferð á túrinum, at trolið er úti. Fiskiskapurin hevur ligið millum 15 og 18 kør í hvørjum háli, og hvørt karið tekur umleið 600 pund. Tað mesta av veiðini er upsi.
Garvaði skiparin, Ólavur Samuelsen, er á brúnni á Róki hendan túrin, og umborð á Baki er Kjartan Egholm, ið eisini hevur drúgvar royndir í skiparastólinum.
Tá hesir menninir ikki fáa stórvegis av fiski á kendum leiðum, man lítið vera til undir bátinum í løtuni.
Nýggja útgerðin, sum Búgvi sipar til, er ein skipan, sum ger, at skiparin á øðrum skipinum kann hava alla ”manøvrina” við bæði stýring, ferð og spølum umborð á báðum skipunum í senn.
- Vit hava ikki havt eina slíka skipan umborð á Baki og Stelki, men tað hava teir umborð á Stjørnuni og Polarhav. Eg kenni ikki skipanina út í æsir, men sum eg havi skilt, virkar hon væl, sigur hann.
Búgvi letur annars væl at Róki, sum er systirskip við Lerk, ið er hin nýggi trolarin hjá Føroya Fiskavirking, sum í løtuni verður longdur á Tórshavnar Skipasmiðju.
- Jú, eg haldi, at hetta er eitt gott og rúmligt skip. Í mun til Bak og Stelk, hava nýggju skipini innilokað troldekk, og tað er avgjørt ein fyrimunur um vetrarnar, tá veðrið leikar í. Sum heild virka hesi skipini rúmligari enn Bakur og Stelkur, og eg haldi eisini, at tey rulla behagiligari. Tey eru ikki so títt hvønn vegin, men fara meira seigliga aftur og fram.
Hann vísir á, at manningarumstøðurnar eru góðar.
- Skipið hevur 2-manskømur, men tá vit bara eru sjey mans við hvønn túrin, hava vit hvør sítt kamar. Soleiðis er eisini umborð á Baki og Stelki. Á kømrunum er sjónvarp, men okkurt skal gerast, tá vit koma innaftur, so vit fara at síggja betur.
Búgvi sigur, at trý wc’ir eru umborð, harav brúsa er í tí eina og baðikar í hinum báðum.
Hann heldur, at tað virkar eitt sindur undarligt, at skipið hevur baðikar, men leggur aftrat, at hann hevur hoyrt okkurt um, at hetta er krav í Írlandi, haðani skipið kom.
- Eg veit ikki, hvussu hesi virka í sjónum, tí eg havi ikki roynt tey enn, sigur hann og flennur.
Búgvi, sum seinastu stívliga fýra árini hevur siglt við Baki, fer við Lerki, tá hann er liðugur á Tórshavnar Skipasmiðju og í Runavík, har nýggj verksmiðja verður sett í skipið, og lastin skal broytast eitt sindur.
Manningartalið umborð á Róki er hitt sama sum umborð á Baki, 7 mans hvønn túrin.
- Í fleiri ár havi eg kokkast umborð og annars verið á dekkinum. Mær dámar væl at fáast við mat, eisini tá eg eri heima.
Tað hevur lætt nógv um, at skipini nú hava kryvjimaskinur.
- Vaktirnar vóru mangar langar, tá nógvur fiskur var at fáa, og upsin var óvanliga smáur. Nú tekur tað minni enn helmingin av tíðini at fáa eitt hál til høldar. Vit hava tvær kryvjimaskinur, og fiskurin kemur til maskinurnar eftir flutningsbandi. Ein maður stendur við hvørja maskinu.
Búgvi sigur, at fríløturnar eru vorðnar fleiri við kryvjimaskinunum, og hetta kemur ikki minst honum til góðar, sum noyddist at finna sær løtur at kokkast í, tá minni var at gera.
- Eg plagi at finna mær løtur, tá tað ikki er so rokaligt á dekkinum. Vit eta oftast døgurða á middegi, men tað er ikki altíð, at tað letur seg gera. Manningini dámar væl at fáa døgurða um middagin, sigur Búgvi.
Í fleiri ár sigldi hann við gomlu kuba-bátunum, og eitt nú var hann leingi saman við bygdarmanninum, Kristini Hansen, sum skipara.
Búgvi var bert 14 ára gamal, fyrstu ferð hann søkti sjógvin. Tá fór hann umborð á fyrstu Margrethu, ið var trolbátur, sum pápi og pápabeiggjar hansara áttu. Skipið var uppkallað eftir ommuni, Margrethu Jacobsen, vanliga rópt Margretha á Skúr, ið var gift navnframa, Juul Jacobsen, sála.
Juul, sum í sínari tíð sat á tingi, var soleiðis abbi Búgva.
Tá Búgvi hevði siglt í nøkur fá ár, fór hann í maskinlæru á Tórshavnar Skipasmiðju og gjørdist maskinsmiðjur fýra ár seinni.
- Eitt skifti eftir lærutíðina, sigldi eg sum maskinmaður við Munki. Annars havi eg bara siglt sum dekkari og kokkur øll árini, eg havi verið á sjónum, sigur hann.
Tá ið pápi og pápabeiggjarnir hjá honum høvdu selt Margrethu, keyptu teir nøkur ár seinni fiskavirkið í Nólsoy.
Teir róku virkið í nøkur ár, og nøkur ár inn í nítiárini keyptu teir sær rækjubát, sum teir eisini kallaðu upp eftir Margrethu. Eini 2-3 ár seinni varð báturin seldur og gjørdist tá supply-bátur.
- Eg var við rækjubátinum, og vit fiskaðu á vanligu rækjuleiðunum hjá føroyingum – í fyrsta lagi á Flemmish Kap og uppi við Svalbard. Mær dámdi eisini hetta lívið rímiliga væl, og túrarnir vardu ongantíð longri enn tveir mánaðir, sigur Búgvi Jacobsen.