Kolandi stormur á Fámjinsvegnum

Landsverk boðar frá nógvum vindi kring landið

Rættiliga nógvur hevur verið um alt landið seinnapartin og sambært norsku veðurstøðini YR minkar hann fyrst un vindin um hálvan annan tíma.

Serliga nógvur vindur er Oyndarfjarðarvegnum, har veðurstøðin boðar frá skrið, í hvirlunum upp til 46 metrar um sekundið, men eisini á Fámjinsvegnum er nógvur vindur. Har boðar veðurstøðin frá kolandi stormi, í hvirlunum upp til 44 metrar um sekundið.

Seinasta dagføringin hjá Landsverk vísir fylgjandi:

Dalavegur til Viðareiðis   - kl. 16:55 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 29 m/s
Gjáarskarð  - kl. 16:42 Skrið, í hvirlunum upp til 31 m/s
Kambsdalur  - kl. 16:55 Skrið, í hvirlunum upp til 32 m/s
Gøtueiði  - kl. 16:55 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin  - kl. 16:45 Skrið, í hvirlunum upp til 46 m/s
Norðskálatunnilin, Eystanfyri  - kl. 16:55 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
Høgareyn  - kl. 16:55 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s
Á Sandavágshálsi  - kl. 16:55 Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s
Kaldbaksbotnur  - kl. 16:54 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 34 m/s
við Velbastaðháls  - kl. 16:54 Skrið, í hvirlunum upp til 31 m/s
Sandoy, á Brekkuni Stóru  - kl. 16:55 Skrið, í hvirlunum upp til 26 m/s
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin  - kl. 16:59 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 44 m/s
Porkerishálsur  - kl. 16:55 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 35 m/s