Kolera fer at breiða seg í Haiti

Heilsustarvsfólk í Haiti bera ótta fyri, at tann lívshættisliga kolerasjúkan fer at breiða seg. ST og fleiri hjálparfelagsskapir hava sett tiltøk í verk fyri at steðga sjúkuni og hava sent nógvan heilivág til landið umframt tablettir, sum verða brúktar til at reinsa vatn við.

Kortini hevur sjúkan kravt næstan 200 mannalív eftir stuttari tíð, og umleið 2.000 fólk eru smittað.

-Vit vænta, at støðan fer at versna, sigur Jon Andrus hjá panamerikanska hjálparfelagsspainum PAHO.

Hetta er fyrstu ferð í meiri enn hundrað ár, at kolera hevur gjørt um seg í Haiti.