Kollfirðingar eiga ársins “nýføring”

Ein lítil didda, sum varð fødd mikunáttina 2. januar, er orsøk til, at Kollfirðingar í ár eiga fyrsta barnið í 2008

Endiliga kom ein didda í reiðrið hjá teimum báðum Siv og Eyðfinn Joensen úr Kollafirði, sum frammanundan eiga tríggjar dreingir: Benjamin 9ár, Jóhannus 7 ár og Aron 3 ár.

- Hon hevur ordiliga lumpað okkum, tí vit vóru øll sannførd um, at tað fór at vera enn ein drongur, sigur eydnuríka mamman, Siv Joensen, sum næstan ikki trúði tí, tá hon fekk gentuna upp til sín. Og hon fortelur, at brøðurnir longu høvdu spælt sær við tankan, um teir fingu eina lítlasystur.

- Teir høvdu avtalað, at teir skuldu skiftast um at flætta henni hárið, ein dag í senn. Men vit søgdu við teir, at tað fór helst at vera ein drongur, tí maðurin helt seg hava sæð okkurt á scannaranum, sum ikki hoyrdi til eina diddu, sigur Siv smílandi.

Siv, sum upprunaliga er úr Norra, hevur búð í Kollafirði í seks ár, har hon starvast sum leiðari fyri dagstovnin við Botnánna.

Hon var sett at eiga 29. desember, men átti hetta fyrsta barnið í landinum í ár tann 2. januar kl. 01:50. Dóttirin var 55 cm til longdar og vigaði 4250 g. Bæði mamman og dóttirin vóru væl fyri úti á Landssjúkrahúsinum í morgun.