Allahalganadag verður nýggjur minnisvarði avdúkaður í Kollafirði Allahalganadag klokkan 14 verður hátíðarløta í Kollafirði, tá minnisvarðin í bygdini verður avdúkaður.
Kollfirðingar hava í rúma tíð arbeitt við at reisa minnisvarða yvir teir, ið eru farnir á sjónum og tey, ið eru farin á landi av vanlukkuávum.
Minnisvarðin stendur í tí vakra og sjáldsama lendinum í Beitinum við Sjógv í Kollafirði.