Í Kollafirði var mansdystur ímillum KÍF og Kyndil í FTZ-deildini. Talan var um dyst ímillum tveir tættar kappingarneytar, sum undan dystinum høvdu ávíkavist 21 stig (Kyndil) og 20 stig (KÍF).
Nú stendur tó greitt, at KÍF hevur yvirhálað Kyndil, tí at kollfirðingar vunnu dagsins dyst. Í fyrra hálvleiki høvdu kollfirðingar greiða yvirvág, har liðini fóru til hálvleiks við støðuni 11-7 til KÍF. Í seinna hálvleiki kom Kyndil tó sterkt afturíaftur. Eftir 55 minuttir eydnaðist tað nevniliga kyndilsmonnum at koma á javnt, tá ið støðan gjørdist 16-16. At enda dróð KÍF tó tað longra stráðið og vann tepurt við einum máli - 18-17.
Seinni hálvleikur av dystinum var merktur av langum steðgi, sum var umleið 20 minuttir. Orsøkin var, at Fríði Weyhe hjá KÍF var komin somikið álvarsliga til skaða á vøllinum, at neyðugt var við ambulansu at heinta meiðslaða kollfirðingin.
Dagsins úrslit merkir, at KÍF nú er á triða plássi við 22 stigum. Fýra stig eru upp til VÍF á seinna finaluplássinum. Kyndil, hinvegin, verður standandi á 21 stigum.
Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Rúni Joensen 4, Jákup Trygvason 2, Ási Dam 2, Fríði Weyhe 2, Tony Weyhe 1 og Emil Dam 1.
Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 5, Josef Abrahamsen 4, Hørður Fannar Sigtórsson 3, Bartal Klein Olsen 2, David Edvardsen 1, Bjarni Sørensen 1 og Finnur Hansson 1.