Kollveltandi myndir

Veruleikafatanin hjá New York'arum varð skakað, tá Jacob A. Riis avdúkaði armóðina í fátækrabýlingunum í 1880'unum. Myndirnar høvdu stórar sosialar avleiðingar við sær

Hóast hugtakið dokumentarisma er av nýggjari uppruna, var tað júst hetta, sum danski amerikanarin Jacob A. Riis framdi, tá hann gekk runt millum kroysurnar í fátækrabýlingunum í New York við einum einføldum mynda­tóli og spildurnýggja undrinum blits­inum: Hann dokumenteraði fyri øllum landinum og fyri alla framtíð ómenn­iskjaligu livikorini í heimsins skjótast vaksandi og máttmiklasta býi, New York.

Fekk ein
amerikanskan kjans
Tað var seinast í 1800 talinum, at hin fátæki tilflytarin úr Danmark fekk ein kjans sum politiraportari á blaðnum New York Tribune.
Upprunaliga var Jacob A. Riis ein fátækur dansku timburmaður sum, eins og túsundatals onnur, leitaði sær eydnuna í nýggja heiminum vestan­fyri.
Hann kom til USA í 1870 og aftan á nøkur svong og niðrandi ár sum landa­strok og leysarbeiðari, har hann var um reppi at missa mótið, var hann so heppin at verða settur í starv sum journalistur á New York Tribune. Nøkur ár og nógvar viðurkenningar seinni eis­ini á hámetta blaðnum The Sun.
Í ørindum sum politiraportari fekk hann høvi at koma inn í djúpastu loyni­krókarnar í fátækrabýlingunum á Man­hattan, har Soho, East Village og Chinatown eru í dag. Hetta vóru øki, har tú skuldi halda teg innandura, tá myrkrið fjaldi skuggarnar í smogunum; har armóðin var so nívandi og lógar­brotini so lemjandi, at tey toldi ikki dagsins ljós.

Avdúkaði tað ljóta
Tað óvanliga, og fyri nógvar lesarar provo­kerandi, við greinunum hjá Riis var, at hann dokumenteraðu sam­felagsins ljótastu síður við myndum og teksti. Vanliga vóru greinirnar bara tekstur. Og vanliga tóku fotografar ein­ans vakrar náttúrumyndir ella upp­stillaðar studiomyndir.
Men her var skuggasíðan av ameri­kanska dreyminum borðreiddur á for­síðuni aftur við morgunkaffinum. Myndir av teimum miseydnaðu til­flytar­unum. Av indianarum, sum høvdu leitað sær inn í býin. Av littum eftir­kom­arum hjá afrikanskum trælum. Fátøk­um írum, vónríkum spaniólum og snild­um italien­arum. Øll somul trunkað saman í skirvisligum smáttum við rott­um, ruski og menniskjalorti slongt mill­um berføttu børnini.
Hetta, samstundis sum, at Riis sjálvur var ímyndin av amerikanska dreym­inum: Fátæki tilflytarin við gull­medaljong við kærleikshárlokki um hálsin og teppinum, sum mamman reiv­aði hann í sum nýføðing, sum dróg út í heimin at leita sær eydnuna.
Og sum í einum veruligum ævintýri, skuldi hann so grúviliga nógv ígjøgnum, áðrenn ljósið til endans fann inn til hansara og lýsti á hansara lívsleið.

Sosialur reformistur
Hetta var eftir at hann sum mynda­maður, fyrilestrahaldari og rithøvundur, og ikki minst sum av­dúkandi journa­listur og reformistur, gjørdist kendur og fekk vinir og vald, so til bar at bøta um livikorini hjá veik­astu borgarunum.
Ikki við europeiska olmussu­tank­anum sum grundvøllur, men við at stuðla tiltøkum og at vera virkin í Good Gowerment rørsluni, sum stríddist fyri at koma til lívs politiska ómegd og korruptión, og í so­nevndum Settlement Houses, har enda­málið var at styrkja bondini millum væl­út­búnu miðalstættina og niðastu samfelags­klassarnar. Hetta vóru borgarahús, har børn, ungdómar og kvinnur í røttum anglesaksiskum anda vórðu eggjað til at taka ábyrgd, og har sjálvsálitið og heimsmyndin varð styrkt. Ella á barnaheimum, har børnini lærdu at gerast meiri sjálvbjargin enn upphavið, tey vóru borin til.

Ein klassikari
Serliga fekk hann nógv viðhaldsfólk eftir at hava skrivað bókina How the Other Half Lives, har myndir og tekstir fortaldu ósøgdu søgurnar um »hina helvtina«. Bókin gjørdist metseljari og telist í dag millum klassikararnir í amerikonskum bókmentum.
Riis giftist tvær reisir. Fyrra giftan var við ungdómskærleikanum, Elisa­beth, heiman úr Ribe. Tey fingu fimm børn saman. Tvey ár eftir at hon doyði sum 52 ára gomul, giftist hann uppaftur í 1907. Hesaferð við vinkonuni Mary Phillips, sum var 28 ár yngri enn Jacob A. Riis.

Mentorur hjá Roosevelt
Sum besti vinur og mentorur fyri sosiala reformistin Theodore Roosevelt, kom Jacob A. Riis uppaftur tættari at valdinum, tá Roosevelt gjørdist forseti landsins í 1901.
Áðrenn hetta høvdu hann og Riis úr at gera á sosiala økinum í New York. Riis, sum gravandi og avdúk­andi journalistur, og Roosevelt sum politi­ovasti og seinni eisini sum politikari.
Í hesum vinarlagi fekk Roosevelt gagn av, at Riis var so kendur í býlingunum, har mesti kriminaliteturin fór fram, og eitt drúgt og fruktargott samstarv teirramillum hevði við sær, at nógvar ítøkiligar kommunalar verk­ætlanir vórðu framdar í verki. Eitt nú vatnveiting, heilsuviðurskifti, rusk­innsavnan og oyðan av fátækra­býl­ingum, sum vóru óhóskandi hjá fólki at liva í.
Danski amerikanarin, sum av for­setanum varð róptur »ein perfektur amerikanari«, gjørdist fastur gestur í Hvíta Húsinum, tá Roosevelt gjørdist forseti, og hansara metingar og mein­ingar vóru høgt í metum.

Goymdar og gloymdar
Tað løgna við myndunum hjá Riis er, at tær eitt langt tíðarskeið vóru farnar í gloymskuna. Myndirnar eru tyknar yvir eitt styttri tíðarskeið um ár 1880, og Riis brúkti tær á rundferðum sínum kring landið, tá hann helt fyrilestrar. Eisini vórðu tær prentaðar í bløðunum um sama mundið og í áður nevndu bók. Men Riis sá ikki seg sjálvan sum fotograf. Heldur sum skrivandi journa­list og reformist.
Riis doyði í 1914. Men nústanni í 1945 komu myndirnar av tilvild undan kavi aftur. Hetta var, tá gomlu húsini, sum familjan Riis hevði búð í eini 60 ár frammanundan, skuldu rívast niður. Onkur kom fram á ein kassa við myndunum í og setti hann á trappuna hjá soni Riis, sum tá var ein tilkomin maður. Hesin visti, at býarsavnið í New York saman við ein­um russiskum fotografi, Alexander Alland, hevði leitað eftir myndunum. Nú kundi sonurin lata savninum hundraðtals glasplátur við týðandi myndum av døkkastu søguni í býnum. Myndirnar, sum vóru merktar av tíðarinnar tonn, vóru handfarnar sum dýrgripar, skornar til og síðan var ein stór framsýning í býarsavninum, har arvurin eftir Riis kom til sín rætt.
Eftirmælið Riis hevur verið ómetaliga positivt í USA, har hann telist mill­um fremstu myndafólkini. Ikki fyri mynda­góðskuna sum so, men fyri tað slóð­brótandi og týdn­ingarmikla arbeiði hann legði eftir seg. Eitt vandamikið ar­beiði, sum hevði so nógvar góðar søgur við sær. Sum ein perfektur ameri­kanari.