Kollveltandi ætlan skal loysa ovurstóran trupulleika í Havn

Tórshavnar Býráð arbeiðir nú við eini ætlan um at bora ein kloakk-tunnil undir allari Havnini, heilt av Sandvíkarhjalla, har brennistøðin er, undir allari Havnini, og heilt út á Glyvursnes.

Kloakkviðurskiftini hava leingi verið ein ovurstórur trupulleiki í Havnini, men nú hevur býráðið gjørt av at fara til verka av álvara við at loysa trupulleikan.

Í fyrstu syftu verða 10 milliónir settar av til endamálið á fíggjarætlanini fyri næsta ár, og tær skulu brúkast til at fáa kloakkviðurskiftini í miðbýnum í rættlag.

Annika Olsen, borgarstjóri, vísir á, at í miðbýnum er nógvar matstovur, og onnur tænastuvinna, umframt nógv handilsvinna, sum hevur stóran týdning fyri lívið og trivnaðin í miðbýnum, umframt at tey skapa nógv arbeiðspláss.

Men tey hava stórar trupulleikar av kloakkunum, eisini kloakklukti og tað kann ikki halda fram longur, sigur borgarstjórin.

Umframt tær 10 milliónirnar, sum verða settar av næsta ár, verður neyðugt at seta eina líka stóra upphædd, ella kanska meir, hesi næstu árini til sama endamál.

Men samstundis, sum at kloakkviðurskiftini í miðbýnum verða fingin í rættlag, verður eisini arbeitt fyri at finna eina endaliga loysn á kloakktrupulleikanum í kommununi. Og í hesum sambandi verður mett, at tann besti mátin at fáa eina endaliga loysn, er at gera ein langan kloakktunnil, heilt av Sandvíkarhjalla, út á Glyvursnes.

Endaliga linjuføringin er ikki løgd enn, men hugsandi er, at hann fer at ganga undir miðbýnum tætt við havnarlagið, og so út eftir á Glyvursnes. Tað merkir, at kloakkirnar í býnum renna í kloakktunnilin, sum síðani leiðir alt spillvatnið út á Glyvursnes, har tað so skal hagreiðast fyri at sleppa undan dálking.

– Vit halda at tað er neyðugt at vit fáa eina endaliga loysn. Trupulleikin er so stórur, at vit eru við at ganga undir, og tí er tað neyðugt við eini víttfevnandi og kollveltandi ætlan, sigur Annika Olsen.

Hon sigur, at leysliga mett kostar ein slíkur tunnil 130 milliónir, men afturfyri fer hann at loysa trupulleikan hesa næstu hálvu, ella heilu, øldina.

Hon sigur, at í hesum sambandi fer býráðið at seta seg saman í samband við SEV, Fjarhitafelagið, og kanska onnur við við tí endamáli at fáa tey at vera við í ætlanini

– Tað er væl trúligt, at tey eru áhuga í at leggja kaðalar og leiðingar ígjøgnum tunnilin, sigur Annika Olsen.