Koma kanska at mangla grót til samferðsluhavnina í Trongisvági

Har, sum loyvi er fingið at taka grót, er ikki nóg mikið og spurningurin er so, hvaðani restin skal koma frá

Samferðsluhavn

Arbeiðið uppá at gera samferðsluhavnina í Trongisvági, kann nú koma í vanda.
Orsøkin er, at har, sum friðingarmyndugleikarnir hava givið loyvi til at taka grót til samferðsluhavnina, er ikki nóg mikið av grótið at fáa.
Og tískil hevur Tvøroyrar Kommuna ikki enn mist vónina um at fáa eitt samstarv í lag um at gera goymslutunlar omanfyri Drelnes.
Friðingarmyndugleikarnir hava givið loyvi til at taka grót úr einum grótbroti innaliga í Trongisvági, heilt inni við munnan til Hvalbiartunnilin.
Har er ein linja stungin út, sum grótið skal takast innanfyri.
Men harafturat fylgir tann treytin, at innanfyri tað ásettu linjuna, skulu ikki takast meiri enn 130.000 kubikk av gróti til samferðsluhavnina.
Landsverkfrøðingurin hevur áður sagt fyri Sosialinum, at tað er ikki nóg mikið til samferðsluhavnina og at tey tískil hava søkt friðingarmyndugleikarnar at strikað hámarkið fyri, hvussu nógv grót kann takast innanfyri hesa ávísu linjuna.
? Verður tað hámarkið strikað, er nóg mikið av gróti, segði Landsverkfrøðingurin, men enn hevur friðingarmyndugleikin ikki svarað.
Men hesum ivast borgarstjórin á Tvøroyri í.
Kristin Michelsen sigur, at Tvøroyrar Býráð hevur sera stóran áhuga í málinum.
Hann sigur, at tá ið arbeiðið varð boðið út, varð mett, at brúk vóru fyri 312.000 kubikkum av gróti til samferðsluhavnina
?Tí hava vit eisini kannað málið hjá serfrøðingum. Vit hava spurt tríggjar ymsar serfrøðingar og teir eru á einum máli um, at hóast alt verður sprongt burtur innanfyri ásettu linjuna, koma eini 150.000 - 200.000 kubikk av gróti at mangla í.
Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at skal nóg mikið av gróti fáast úr hesum sama grótbrotinum, verður tískil neyðugt at taka hamaran omanfyri eisini.
Og tað ivast hann í, at friðingarmyndugleikarnir fara at geva loyvi til, tí talan er um nattúruvakurt pláss og verður hamarin omanfyri eisini tikið, verður benið framvið vegnum ógvuliga grefligt.
Hann sigur, at Tvøroyrar Býráð tí ikki hevur slept møguleikanum at fáa byggifelagið at taka grót úr goymslutunlum á Drelnesi.
Hann skilur ikki, hví hesin møguleikin ikki verður tikin í álvara, tí kommunan hevur boðið sær til at betala meirkostnaðin av at taka grótið úr einum tunli, heldur enn úr einum grótbroti, samstundis sum hetta hevur stórar fyrimunir við sær fyri arbeiðið upp á samferðsluhavnina, tí koyring verður at kalla ongin og sostatt fara tær útreiðslurnar at gerast munandi minni.