Seinnapartin í dag setti løgmaður nýggja mentamálaráðharran, Óluvu Klettskarð, í starv. Samstundis nýtti Jóannes Eidesgaard høvið at takka Kristinu Háfoss Tjóðveldi gjørdi sum kunnugtt skjótt av hesaferð at finna nýggjan mentamálaráðharra. Og seinnapartin í dag varð hon so tilnevnd í Mentamálaráðnum av løgmanni.
Hann nýtti fyrst høvið at takka Kristinu Háfoss fyri gott samstarv, og fyri at hava sett skjøtil á fleiri stórmál.
Tú hevur gjørt eitt líka stórt arbeiði eftir bert sjey mánaðum, sum roknað verður við at eitt lanhdsstýrisfólk ger eftir fýra árum, segði Jóannes Eidesgaard millum annað.
Síðani varð fráfaringarskjal og blómutyssi handað fráfarandi landsstýriskvinnuni.
Síðani bjóðaði løgmaður nýggja mentamálaráðharranum vælkomnum við setanarskjali og blómum.
Lesið meiri í Sosialinum í morgin.