Miðvallarin á føroyska landsliðnum sær fram ímóti komandi landsliðsárinum, sum m.a. bjóðar uppá tveir dystir ímóti Andorra, einum heimadysti ímóti Lettlandi, og einum útidysti ímóti Ungarn.
Hallur Hansson slær fast, at komandi ár má tað bera ella bresta hjá føroyska landsliðnum.
Hallur Hansson er ikki heilt nøgdur við avrikið ímóti Sveis í Luzern, har Føroyar taptu 0-2. Hann heldur, at føroyska liðið fekk ikki altíð bóltin at koyra nóg væl, og ov lítið kom burturúr hjá føroyska liðnum tá farið var í mótálop. Hallur Hansson ásannar tó, at talan var um eitt sterkt mótstøðulið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Hall Hansson, aftaná 0-2 tapið ímóti Sveis.