Tað er neyðugt at hava eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur í Føroyum. Harumframt er tað umráðandi, at fíggjarlig ábyrgd og avgerðarrættur ganga hond í hond. Tann, ið rindar, tekur tær avgerðirnar.
Ætlan løgmans er at leggja fleiri uppgávur út til kommunur at greiða úr hondum. Sum støðan er nú, hevur landið fleiri uppgávur, ið kommunurnar framyvir skulu hava ábyrgdina av, og tær skulu eisini fíggja hetta virksemið.
Hetta verður kallað kommunalt sjálvstýri.
Hósdagin fekk løgmaður handað eitt tilmæli um uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, sum ein arbeiðsbólkur við trettan fólkum hevur gjørt. Endamálið við tilmælinum er at fáa eitt greiðari býti og mælt verður til at leggja enn fleiri uppgávur til kommunur at umsita og fíggja. Arbeiðsbólkurin leggur stóran dent á, at fíggjarliga ábyrgdin skal fylgja avgerðarrættinum.
Leggja fleiri øki út
Tá økir verða latin kommunum at umsita, skulu tær eisini syrgja fyri fíggingini. Hetta verður gjørt við at lækka landsskattin og hækka kommunuskattin. Á tann hátt fær landskassin minni skattainntøkur og samstundis færri uppgávur at loysa.
Løgmaður vísir á, at ein stórur partur av útreiðslum landskassans skulu leggjast út til kommunurnar.
Løgtingið er longu farið undir hesa langtíðar ætlan við at leggja barnaansingina út til kommunurnar at umsita og fíggja. Hetta sæst aftur á peningaligu flytingunum millum land og kommunu.
Í 1999 lat landið kommununum 120 milliónir krónur. Í næsta ár verður flytingin millum hesi bæði bara 62 milliónir krónur. Orsøkin til hesa minking er fyrst og fremst barnaansingin, ið ikki longur er ein uppgáva hjá landinum.
Útjavning
Ójavnt er, hvussu tær ymsu kommunurnar eru fyri. Tær hava ymiskt inntøkugrundarlag og ymiskan útreiðslutørv.
Fyri at koma hesum trupulleika til lívs, hevur arbeiðsbólkurin mælt til at seta eina útjavningarskipan í verk.
Henda skipan skal virka soleiðis, at tær kommunur, ið hava størst inntøkugrundarlag, lata hinum kommununum ein part av sínum inntøkum. Soleiðis verður munurin millum kommunurnar útjavnaður.
Eitt dømi er ein kommuna, ið hevur eina skattskylduga inntøku pr. íbúgva á 100.000 krónur. Skattskylduga inntøkan í aðrari kommunu eru 150.000 krónur pr. íbúgva. Í eini útjavningarskipan fær tann fyrra kommunan ein part av inntøkuni hjá tí seinnu kommununi.
Hetta verður gjørt fyri at javna munin millum tær ymsu kommunurnar. Nakrar hava nógv eldri fólk og fá at gjalda fyri tey, meðan aðrar hava nógvar borgarar við høgari inntøku.
Fyri tingið
Løgmaður grundar í løtuni á, um hetta álitið skal leggjast fyri tingið til aðalorðaskifti. Um so er, verður tað í hesi tingsetuni.
Løgmaður heldur, at tað er breið semja í tinginum um, at hetta er leiðin framá, tá talan er um uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
Uppgávurnar skulu røkjast so nær borgaranum sum gjørligt, men tó skulu tær vera samfelagsbúskaparliga forsvarligar.
Tað, sum víðari hendir við hesum álitinum er, at øll aðalstýrini undir løgmanni seta nýggjar arbeiðsbólkar at gera ítøkilig uppskot til, hvussu henda ætlan kann fremjast í verki.
Meira ítøkiliga nevnir arbeiðsbólkurin m.a. í tilmælinum, at tann parturin av eldraøkinum, ið er egnaður at leggja út, sum skjótast verður lagdur út til kommunurnar.
Tað kann nevnast, at arbeiðsbólkurin mælir til at avtaka og broyta fleiri enn hundrað lógir, ið ikki eru tíðarhóskandi ella ov stirvnar.