Drúgvur orðadráttur var á fundinum millum býráðsformannin og umboð fyri minnilutan. Minnilutin mælti til, at býráðið harmaðist um ta ófullfíggjaðu viðgerð, sum málið hevur fingið, og samtykti, at málið varð tikið til nýggja viðgerð.
Hetta uppskot minni-lutans fekk tríggjar atkvøður fyri og sjey ímóti og var sostatt fallið.
Sum kunnugt avgjørdi meirilutin í býráðnum at lækka byggingina við Vallalíð, eftir at grannar høvdu gjørt vart við, at býráðið hevði ikki rætt til at byggja, soleiðis sum tað gjørdi.
Undir viðgerðini førdi undirritaði m.a. hetta fram:
"Hendan loysnin er ongin loysn. Hetta er eitt miks-maks, sum rýkur langan veg av ringari samvitsku hjá meirilutanum, sum fyri 800.000 krónur eyka av skattaborgarans pengum roynir at bjarga sær burtur úr einum ófyrigeviligum kommunalum mistaki.
Í fyrsta lagi er at siga, at borgarstjórin hevur ásannað, at økið, sum bygt verður í, í 1975 varð avlagt sum fríøki, og við hesi vitan hava fólk sett seg niður í umráðnum.
Hvat ger kommunan?
Hon brýtur seg inn á hetta fríøki, grevur og grópar og fyllir upp við túsundtals tonsum av mold og gróti at seta ein høgan bygning. Hetta er eitt stórt álitisbrot mótvegis borgarunum.
Í øðrum lagi hevur byggiætlanin ikki verið til hoyringar hjá grannunum soleiðis, sum hon skal, tá talan er um at broyta eina útstykkingarætlan.
Í triðja lagi er at siga, at bygningurin, sum skuldi byggjast til minnisveik, skuldi liggja væl í lendinum. Tað stendur svart upp á hvítt í tilfarinum frá nevndini, sum dømdi tey innkomnu uppskotini til hetta heimið.
Tað ger hann ikki eftir teirri fyrru byggiætlanini, sum varð steðgað, og tað ger hann heldur ikki eftir teirri núverandi byggiætlanini, sum meirilutin í býráðnum hevur lagt til rættis og sett arbeiðið í gongd aftur eftir.
Broytingarnar eru framvegis langt uttan fyri tað, sum sømir seg kommununi at gera, og tað er tað avgerandi í málinum.
Tit gera tykkum inn á borgarnar og teirra trivnað, og hetta er skaðiligt virksemi fyri bæði fólkið, sum her býr, og fyri Tórshavnar Kommunu.
Býráðið alt, sum tað er, hevur positivan hugburð til byggingina av heiminum til minnisveik. Vit í minnilutanum vilja fegin, at hildið verður fram á hesi leið til tess at nøkta tann tørv, sum okkara meðborgarar hava.
Men tað fellir okkum sera illa, at hóast tey grovu mistøk, sum her eru gjørd, fremur kommunan eina bygging, sum fer langt út um teir karmar, sum kommunan hevur at virka í.
Tí er mítt uppskot til samtykt í kvøld hetta:
"Býráðið harmast um ta ófullfíggjaðu viðgerð, sum hevur verið av málinum um bygging av heimi til minnisveik við Vallalíð, og samtykkir, at málið verður tikið til nýggja viðgerð sambært teimum reglum, samtyktum og upprunaætlanum, sum eru galdandi fyri tað avlagda grøna økið við Vallalíð."
Hetta uppskot fekk bert tríggjar atkvøður fyri og sjey ímóti.