Varaborgarstjórin í Tórshavnar býráðið, finst hvassliga at afturkeypinum av jørðini undir Kongavarða í lesarabrævi í dag.
- Tórshavnar kommuna er farin at spekulera við sínari jørð. Kommunan hevur keypt jørðina undir Kongavarða aftur og hevur nú samtykt at bjóða grundøkið til eini 30 raðhús út fyri hægstbjóðandi. Útboðið verður alment, og avgerandi fyri, hvør ið fær boðið, er, hvør bjóðar kommununi mest, sigur Jógvan Arge.
Les eisini: Yvir 100 nýggj grundstykki á Argjum
18. september í ár avgjørdi Tórshavnar Kommunan at keypa eitt stórt stykki undir Kongavarða á Argjum frá Eik fyri 14,5 milliónir krónur. Upprunaliga var stykkið liður í stórverkætlanini hjá Valbirni Dalsgarð, men húsabyggingin steðgaði áðrenn nakað varð bygt á hetta øki vegna húsagangin, sum rakti verkætlanina.
Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, Tróndur Sigurðsson, kunngjørdi tá, at talan fór at vera um góð 80 grundstykki, ið skuldu seljast borgarunum, umframt 32 raðhús.
Síðani hevur Tróndur Sigurðsson funnist at mannagongdini at fáa tilvega grundstykki og fastogn frá Tórshavnar Kommunu. Í verandi støðu, so spennir løgfrøðin bein fyri eldri fólk, ið ætla sær úr einum stórum húsum í eini smærri hús, tí at mannagongdin vanliga er, at fólk sum frammanundan hevur fastogn í kommununi, ikki sleppa á bíðilistan yvir nýtt grundstykki.
Eisini útisetar verða settir í karantenu fyri ikki at vera fastbúgvandi í kommununi, sum tískil kann spenna bein fyri, at lesandi uttanlands kunnu keypa sær fastogn uttan at vera stødd í kommununi. Tróndur Sigurðsson eftirlýsir einari rættvísari skipan at fáa til vega slíkar ognir.
Les eisini: Hetta líkist ongum
Broytingina í skipanini við bíðilistum heldur Jógvan Arge vera sera óhepna. Minnilutin í býráðnum mælti til, at bústaðirnir, sum koma burtur úr byggiætlanini, skuldu verða bodnir teimum, sum standa á bíðilistanum, ið kommunan hevur havt í mong Harrans ár. Men uppskoti fekk ikki undirtøku.
Bert tríggjar atkvøður vóru fyri úr Tjóðveldi. Ikki minni enn 9 atkvøður úr samgonguni vóru ímóti, meðan ein ikki greiddi atkvøðu. Tað metir Jógvan Arge vera tekin um eina høgrasnaring fyri Tórshavnar Kommunu.
- Okkum fyrikemur hetta at vera eitt týðuligt tekin um, at ein stór høgrasnaring er farin fram á Vaglinum, nú Javnaðarflokkurin situr við reinum meiriluta við Fólkaflokki og Sambandsflokki sum hjáflokkum. Tá lopið verður bukk um bíðilistan merkir tað, at bústaðirnir, sum koma burtur úr hesi kommunalu jarðarútvegan, verða seldir í fríari sølu – t.e. fyri hægstabjóðandi – og tey, sum hava staðið stytri og longri á bíðalista verða við sviðið soð. Her eru bara frítt slag og størstu mappurnar galdandi, skrivar hann.