Tá ið ræður um at verja og stimbra kommunurnar í sjálvsøgdum avgerðarrætti hevur FKF mangan verið nógv ár framman fyri tíð sína.
Sum dømir kunnu nevnast at tá ið brunalóggávan var fyri, vendi felagið sær til Tórshavnar kommunu fyri, í felag at gera landinum greitt at lógin gongur so langt í ásetingum sínum um smálutir, at álitið til at nøkur kommuna - ella kommunur í felag - dugdu at seta á stovn og røkja eldsløkkingarlið var onki.
F.K.F. helt at lógin var rætt og slætt mannminkandi fyri kommunur og ikki minst fyri Tórshavnar kommunu. Býráðið í Havn lat kortini bara standa til. Tá ið lógin var komin í gildi, tá fóru teir at leita við uggafjarðunum.
Sama kann sigast um umhvørvislógina frá 1988, har Tórshavnar kommuna glaðbeint avreiddi sjálvsøgd kommunal ábyrgdarøkir, tí tað var so praktiskt, at lata landið skipa fyri ístaðin fyri kommununa.
So var tað ein landsbyggireglugerð har innbygt var at fáa byggivaldið frá kommununum og yvir til landið. Um F.K.F. ikki hevði arbeitt við hond og fót ímóti hesum, so var tað hent.
Í sambandi við ivamálið um byggivald har studningur er uppií hevur FKF eisini havt nøsina langt frammi uttan at merkja serliga nógv frá landsins størstu kommunu.
Kommunufelagið hevur altíð verið á varðhaldi tá ið umræður sjálvsagdan kommunalan sjálvavgerðarrætt, sjálvt um onkur hevur gloymt tað.
Jógvan K. Mørkøre