Kommunulækni fekk 2,9 milliónir í løn í fjør

Í miðal fáa kommunulæknar 1,8 millión í løn um árið.

Kringvarpið hevur fingið innlit í lønarviðurskiftini hjá kommunulæknum. Innlitið vísir, at Heilsutrygd í fjør rindaði 53,3 milliónir krónur í lønum til kommunulæknar. Tað verið seg læknar bæði í føstum starvi og avloysarar í kommunulæknaviðtalum. 

 

 

Lønin hjá kommunulæknunum er sett saman av einum grundgjaldi, tað er áleið 21.200 krónur um mánaðir. Aftrat hesum kemur eitt sokallað basisgjald, tað er 214 krónur fyri hvønn borgara, sum er tilmeldaður viðtaluna. So er tað veitingargjald, sum er eitt gjald til kommunulæknan hvørja ferð ein sjúklingur kemur í viðtaluna. Og at enda er tað samsýning fyri aðrar tænastur, eitt nú, tá ið løgreglan hevur tørv á hjálp.

 

 

Kringvarpið skrivar, at sambært yvirlitinum frá Heilsutrygdvar hægsta útgjaldið til ein kommunulækna í fjør 2,9 milliónur krónur. Tað eru 700.000 krónur meira enn tann næst best betalti kommunulæknin. Yvirlitið hjá Heilsutrygd sigur eisini, sambært Kringvarpinum, at 13 kommunulæknar í føstum starvið alt árið í fjør fingu tilsamans 23,3 milliónir krónur í løn. Og tað er 1,8 millión í part í miðal. 

 

 

Kringvarpið skrivar eisini, at sambært innlitinum frá Heilsutrygd rinda kommunulæknar í føstum starvi sjálvir løn til starvsfólk í teirra viðtalum.