Tann 15. juni 1985, byrjaði Anneke Højrup sum kommunulæknaavloysari í læknaviðtaluni á Strondum, sum tá deildi staðseting við læknaviðtaluna á Skála. Hun avloysti Sigvald Kristiansen, kommunulækna, sum fór í summarfrí. Sjóvar kommuna skrivar, at síðani 1985 hevur Anneke virkað sum kommunulæknaavloysari í viðtaluni á Strondum í styttri og longri tíðarskeið hvørt einasta árið í samfull 40 ár.
Í hesum sambandi støkk borgarstjórin inn á gólvið í læknaviðtaluna mánadagin og handaði Anneke eitt blómutyssi, fyri hennara trúgvu tænastu í læknaviðtaluni í Sjóvar kommunu.