Ein kommunulækni í Føroyum er fyribils koyrdur úr starvi. Tað visti KvF at siga nú á miðdegi. Orsøkin er, at hann er meldaður fyri kynsligan ágang ímóti kvinnuligum sjúklingum
Aðalstjórin í Heilsumálaráðnum váttar fyri KvF, at ein kommulækni er koyrdur úr starvi fyribils ímeðan eitt mál ímóti honum verður kannað.
Les eisini: Kommunulækni í Føroyum kannast fyri kynsligan ágang
Tað hendir eftir at løgreglan hevur gjørt Heilsumálaráðið vart við, at kommunulæknin verður kannaður fyri skuldsetingar um kynsligan ágang og tí er hann frákoyrdur ímeðan málið verður kannað og tað er nú farið til ákærumyndugleikan at taka støðu til.
Hann er skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti fimm kvinnum, í aldrinum 20-30 ár, og sum høvdu verið hjá honum, eitt nú í sambandi við undirlívskanningar.
|