Kommunubygnaður
Tað er nú greitt, at nevndin, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, setti í vetur at kanna, hvussu framtíðar kommunubygnaðurin skal síggja út, verður ikki liðugur til tíðina.
Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at nevndin skuldi vera liðug á Ólavsøku, men nú hevur hon ásannað, at tað fer ikki at eydnast.
Nevndin kannar allan kommunubygnaðin og sostatt eisini, hvussu nógvar kommunur eiga at vera í framtíðini og hvørji málsøki, kommunurnar skulu umsita og, hvussu ábyrgdarbýtið annars skal vera ímillum landið og kommununa.
Hilmar Høgenni í innlendismálaráðnum staðfestir, at arbeiðssetningurin er so umfatandi, at tað fer ikki at eydnast nevndini at verða ligug til upprunaliga ásettu tíðina.
Tí fer nevndin at biðja um eina longda freist til at gera álitið liðugt.
Hann veit ikki enn, hvusu long tíð fer at ganga afturat, men talan verður um nakrar mánaðir.
Annika Olsen fer at kunna landsstýrið um støðuna og so verður ein ein nýggj tíðarætlan løgd fyri arbeiðið hjá nevndini.
Sostatt mugu kommunur kring landið brynja seg við toli í eina tíð afturat. Og tað eru nógvar kommunur, sum bíða spentar eftir úrslitinum. Eitt nú kommunurnar í Suðuroy, har tað er greitt, at spurningurin um at leggja kommunur saman, verður ikki tikin upp aftur, fyrrenn kommununevndin er liðug og tað er greitt, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við kommununum, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Suðuroy og, hvørji málsøki, kommunurnar skulu umsita.
Tað eru eisini onnur kommunal samstørv, sum bíða eftir kommununevndini, eitt nú kann tað fáa týdning fyri, hvat samstarvsøki Vestmanna og Kvívík skulu upp í.