- Nú eru banka eru bankarnir farnir út um mark.
Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna og limur í stýrinum fyri Føroya Kommunufelag, er so ónøgdur við framferðina hjá føroysku bankunum, at hann nú tekur stig til at boykotta teir.
Tað er gongdin hesi seinastu árini, har bankarnir lata fleiri og fleiri deildir á bygd aftur, sum nú hevur fingið nývalda borgarstjóran í Vestmanna upp úr stólinum.
Og tað, sum fekk bikarið at flóta yvir, var avgerin hjá Eik í farnu viku at avhøvda tríggjar deildir á bygd aftur, nevniliga deildina í Vestmanna, í Fuglafirði og á Norðskála, samstundis sum at virksemi á deildini á Sandi verður skert so nógv, at har verður nú bara opið ein dag um vikuna.
Nú er nokk
Hesari gongdini vil borgarstjórin í Vestmanna ikki finna seg í longur.
Á aðalfundi í Føroya Kommunufelag um vikuskiftið, varð hann valdur í nevndina og har hevur hann nú tikið málið upp.
Í hesum sambandi er hann farin í holt við at kanna um tað ikki ber til at fáa aðrar peningastovnar at fíggja kommunurnar enn vanligu bankarnar í Føroyum.
Hann hugsar um aðrar fíggingarstovnar í Føroyum og um útlendskar bankar.
- Eg havi sput meg fyri og tað er ongin trupulleiki at fáa aðrar peningastovnar, enn vanligu bankarnar í Føroyum, at fíggja kommunurnar.
Hann sigur, at bæði í Føroyum og uttanlands hevur fyrispurningur hansara fingið góða undirtøku.
Men hann vil ikki siga, hvørjar peningastovnar, hann hevur verið í sambandi við.
Samstundis er greitt, at hann hevur fulla undirtøku í nývaldu nevndini í Føroya Kommunufelag fyri at kanna aðrar fíggingarmøguleikar.
Liðugt upplegg
Tískil fer Pauli T. Petersen at brúk hesa næstu tíðina at gera eitt upplegg, sum hann fer at leggja fyri næsta nevndarfund í Kommunufelagnum.
Har fer hann at hava ítøkilig fíggingartilboð við rentustøði o.s.fr.
- So fæst at síggja, hvussu nógvar kommunur taka undir við honum um at skifta peningastovn, sigur hann.
Samstundis fer hann at seta seg í samband við Kommunusamskipan Føroya at vita um eisini kommunurnar har hava áhuga at finna aðrar fíggingarstovnar.
Undir øllum umstøðum fer hann at taka stig til, at Vestmanna Kommuna finnur sær aðrar fíggingarstovnar, tí hann er so ónøgdir við framferðina hjá føroysku bankunum.
Ongin munur
Pauli T. Petersen dugir ikki at síggja, at hevur nakrar sum helst fíggjarligar avleiðingar fyri bankarnar at varðveita deildirnar á bygd.
- Bankarnir tykjast at hava gloymt, at teir eru til fyri at tæna fólkinum. Tað er ikki fólkið, sum er til fyri at tæna bankunum, heldur borgarstjórin í Vestmanna turrisliga fyri.
Hann staðfestir, at bankarnir hava lagt seg eftir, at sum mest samskifti við viðskiftafólkini skal vera umvegis telefon ella teldubræv.
- Men eitt bankafólk kann akkurát tað sama sita við eina telefon á bygd og ráðgeva viðskiftafólki hjá bankunum, sum eitt bankafólk situr við eina telefon í Havn.
Annars kostar tað neyvan bankunum meiri enn einar 100.000 krónur í trygging, hita og ljósi at hava eina deild á bygd og um ovurstóra avlopið hjá bankunum er eina millión størri ella minni, ger ongan mun, sigur Pauli T. Petersen.
Fara at lurta
Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, sigur, at tey hava ikki viðgjørt gongdina, har bankarnir niðurleggja fleiri og fleiri deildir á bygd.
Tískil hevur hann onga meining um støðuna, uttan tað, at hann skilir væl, at tað er uttanhanda hjá bygdarfólki, ongan peningastovn at hava.
Sum tað sæst í hinari greinini, ætlar nevndin í Føroya Kommunufelagi ætlar at tosa við Kommunusamskipanina um framferðina hjá bankunum.
Heðin Mortensen sigur, at kemur ein áheitan frá kommunufelagnum um fund, fer Kommunusamskipanin sjálvandi at taka av og at lurta eftir, hvat Kommunufelagið hevur at siga.
- So taka vit tað haðani frá, sigur Heðin Mortensen.
Hinvegin leggur hann afturat, at hann veit ikki, um tað ber til hjá kommununum at áleggja bankunum, hvussu teir skulu skipa seg.
Hann heldur eisini, at vit skulu hugsa okkum sera væl um, áðrenn vit venda føroysku bankunum bakið og geva útlendskum bankum pengarnar at arbeiða við.
Vilja fegin tosa við kommunurnar
- Eg vóni, at vit fáa møguleikan at bjóða okkum fram, áðrenn kommunurnar taka eina endaliga avgerð.
Tað staðfestir Janus Petersen, stjóri í BankNordik.
Hann sigur, at tað er eitt ár síðani, at bankin læt nakra deild aftur og vit hava boðað frá, at bygnaðarbroytingin í bankanum er liðug.
- Vit hava skyldu til at hava ein rakstur, sum er so effektivur, sum gjørligt. Tað eru bara viðskiftafólkini, sum kunnu rinda fyri raksturin, so tess effektivari rakstur, vit hava, tess betri tilboð hava vit til okkara viðskiftafólk.
Tí er tær umleggingar, sum eru gjørdar, neyðugar fyri at effektivisera raksturin.
Stjórin heldur, at internetið og gjaldskortini, hava vunnið so nógv fram, at tað eru ógvuliga fá fólk, sum brúka deildirnar til persónliga avgreiðslur.
- Tí halda vit, at vit hava eitt hóskandi deildarnet, sum er.
Janus Petersen sigur, at hava kommunurnar ein trupulleika, er bankin fúsur at tosa við tær um tað.
- Eg vóni, at vit fáa møguleikan at bjóða okkum fram, áðrenn kommunurnar taka eina avgerð
- Tað skal helst ikki vera so, at føroyskur kommunurnar farta at mótarbeiða føroyskum fyritøkum og rýna frá effektivum føroyskum bankum, til effektivar útlendskar bankar, og vit eru sannførd um, at vit eru avgjørt kappingarfør við aðrar peningastovnar, eisini útlendskir bankar.
Mugu hyggja eftir heildarmyndini
- Vit mugu hyggja eftir heildarmyndini og tískil hava vit tikið tær avgerðir, vit hava tikið
Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik.
- Vit tosa javnan við kommunurnar og tað fara vit at halda fram við, leggur hann afturat.
Hann skoytir upp í, at einstakar kommunur hava biðið um fund við bankan
kortini afturat, at tey hava ikki tosað við kommunufeløgini, men við einstakar kommunur og tað gera vit javnan.
Hann viðgongur kortini, at tað hevði havt týdning fyri bankarnar at mist kommunurnar.
Men um tað eigur at fáa okkum at broyta hugsan, veit eg ikki sigur stjórin.
Men kann tað ikki gera tað sama um úrsliti hjá bankunum er nakrar fáar milliónir verri enn betri.
- Tað haldi eg ikki, tí seinastu árini hevur úrslitið hjá bankunum ikki verið nakað at reypa av, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
- Tí er tað neyðugt at effektivisera raksturin og tað skerst ikki burtur, at virksemið í landinum er minkað og tí minkar tørvurin á starvsfólki. Samstundis er tað ein sannroynd, at deildirnar á bygd verða brúktar minni og minni og tær bygnaðarbroytingar, vit hava gjørt, er ein avleiðing av tí.
Hinvegin skilir hann væl spurningin um tað ikki kann gera tað sama um fólk situr á eini deild á bygd og ráðgevur viðskiftafólki, ella um fólkið situr á eini deild í Havn.
- Men tað er eisini ein spurningur um at effektiva raksturin sum mest og tað er kanska ikki skilagott at varðveita allar deildirnar kring landið.