Kommunuskuldin einaferð enn

Føroya Banki hevur upplýst, at tað er í lagi at umfíggja kommunuskuldina, um Føroya Landsstýri gav loyvi. Føroya Landsstýri treytaði bert at kommunan ikki skuldi fáa eina verri avtalu. Tá hetta loyvi var fingið, segði Føroya Banki at kommunan mátti hava oyvi frá hinum peningastovnunum, um at teir góðkendu kreditorskifti.

Føroya Sparikassi svaraði og hevur sagt alla tíðina, at teir ikki fáa gjørt nakað við hetta av tí at teir eru bundnir at eini lániavtalu, t.v.s. kommunuloysnini. Niðurstøða mín í dag er tann, at hetta var eitt erligt svar, sum eg kann virða.

Tryggingarsamband Føroya segði á fundi hjá Føroya Kommunufelag 3.12.97, at ein kommuna altíð kann gjalda út lán í tryggingini, um ein kommuna bert hevur Sparikassa ella Føroya Banka lán, og annar av hesum bjóðar lægri rentu enn tryggingin. So skuldi ikki verða. Svarið frá tryggingini var, at vit hava eina avtalu, sum gongur yvir 5 ár, og vit kunnu ikki broyta hana.


1.Hví halda fólk fyri gjøldur við at siga, at tað ber til at útgjalda lán, tá ið hetta ikki ber til.

2.Hvør er strategurin aftan fyri hesa avtalu? Eilif Samuelsen ella Føroya Banki, Føroya Kommunufelag ella tann sonevndi kommunubólkurin?


Mín niðurstøða er tann, at øll hesi omanfyri nevndu kunnu taka undir við Kára Petersen í sanginum: Tala við gluggan. »Nei, egk ann ikki, nei eg kann ikki«.

Síðani kunnu teir taka til eftirtektar, um veruliga alt er so fast fryst í hyljar. At bankar og tryggingin og aðrir lánistovnar sum heild hava stórt yvirskot, er ikki so løgið. Rentan hevur verið lág á peningamarknaðinum, men tær kommunurnar, sum vóru tvungnar undir 9% loysnina, hava ikki fingið ágóðan av rentulækkingini. Soleiðis hava teir brandskattað tann meiniga borgaran í hesum tíðarskeiði.

Nakað av hesum yvirskoti mátti smakkað illa í munninum, tá hugsað verður um, hvussu fólkið er viðfarið í hesi krepputíðini.

Gamalt er: Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er. So er spurningurin, skal tað vera fólksins pengar ella er tað tykkara pengar? Eg spyrji bara.

Føroya fólk, tit mugu halda fast við at Føroya Banki er fólksins ogn og ikki má latast til privatar hendur, nú hann gevur pengar. Soleiðis er møguleiki at fáa eitt sindur inn aftur av tí, sum mist er.

Síðani kunnu tit skjóta bæði til høgru og vinstru um hvør hevur skuldina av at Føroyar fóru rabundus.

Eg kann siga tykkum, at tað eru ógvuliga fáir, sum hava torað at staðið við mína lið, tá ið harðast leikaði á. Eg havi mangan staðið einsamallur í hesum rættvísisdysti bæði móti peningakervinum, landsmyndugleikunum og so sanniliga eisini kamaradvokatinum tann tíð tað var.

Við tí sannføring frá mínum barnalærdómi, at tað besta kemur síðst. Tað er at skilja soleiðis, at eg møguliga ongantíð fái ágóðan, men at mínir eftirkomarar kunnu heysta rættvísi.

Um neyðugt er at eg skal standa einsamallur framyvir fyri at fremja rættvísi so gott sum eg nú einaferð eri mentur, so eri eg til reiðar til tess.


Hósvík 25. mars 1998

Jógvan Mørkøre