Ein av høvuðsorsøkunum til, at tað eydnaðist Manchester City at vinna Premier League í bæði 2012 og 2014 var, at Manchester City hevði eina góða verju, har krútsterki, belgiski liðskiparin, Vincent Kompany, ráddi. Í hesum kappingarárinum hevur tó ikki verið nógv at sæð til Kompany, tí at hann hevur verið, og er enn, sera illa darvaður av skaðum. Higartil hevur Kompany bara luttikið í níggju av 21 dystunum hjá Manchester City í Premier League í hesum kappingarárinum.
Sambært BBC, so sigur kilenski venjarin hjá Manchester City, Manuel Pellegrini, at Kompany er stúrin um støðuna.
- Kompany er tann, ið er allar mest stúrin um støðuna. Hetta er orsøkin til, at hann ferðast ímillum ymsar serfrøðingar fyri at vita, hvat bagir honum, sigur Pellegrini.
Hepnið hevur als ikki verið við Kompany higartil. Tann 26. desember varð hann skiftur inn í dysti ímóti Sunderland, men bert níggju minuttir seinni varð hann skiftur út aftur, tí at hann aftur var blivin skaddur.
Manchester City spælir í løtuni ímóti Crystal Palace. Undan dystinum er Manchester City á triða plássi, trý stig aftanfyri oddaliðini Arsenal og Leicester.