Beint fyri klokkan 22 í gjárkvøldið fekk MRCC boð frá trolaranum, Smaragd um, at hann var farin at leka. Teir vóru staddir Eystan fyri, í flógvanum ímillum Borðoyanes og Mjóvanes, tá ið teir varnaðist lekan og at sjógvur kom í maskinrúmið.
Teir høvru longu boðað Brimli frá, men harumframt fór tyrlan og bjargingarbáturin,Ziska, eisini til hjálpar.
Tað var rættiligt sjaskveður, og tað tarnaði bjargingarbeiðnum eitt sindur. Á MRCC siga tey, at teir fingu eina pumpu umborð á Smaragd, men hon fekst ikki at rigga. Síðani varð roynt at fáa eina pumpu av tyrluni umborð, men tað var so ringt veður, at tað eydnaðist ikki.
Tað var eisini skjótt, at Smaragd misti bæði maskinorkuna og ljós, men Brimil setti á hann at sleipa og eftir midnátt komu teir inn um Borðoyanes og á slætt og tá gekk frægari, og klokkan 03.20 lá hann við bryggju í Klaksvík, har teir fingu pumpur umborð, so nú er eingin vandi á ferð longur.
Seks mans vóru við Smaragd, men eingin fekk mein av hendingini, og skiparin metti ongantíð, at talan var sum rættiliga neyðstøðu – og teir fóru heldur ikki av skipinum, sigur MRCC.