Konan stillar upp í Suðri og pápin í Norðoyggjum

Nú skal Hin stuttligi flokkurin takast í álvara. Johan í Kollafirði hevur fingið valevni allastaðni uttan í Sandoynni.

Johan í Kollafirði stillar sjálvur upp í Suðurstreymi og hevur fingið familjuna at hjálpa sær aðrastaðni. Konan stillar upp í Suðuroy, pápin í Norðoyggjum og sonurin í Norðstreymoy.
? Eg havi gjørt eitt slogan, sum eg fari at brúka í valstríðnum: Eg haldi tað, sum hinir lova!
? Politikarar geva vallyfti, men halda tey ikki. Eg gevi einki lyfti uttan at royna at fáa tingini í gjøgnum, sum hinir lova, sigur Johan í Kollafirði.
Og hesin politikkurin krevur, at veljarin hugsar seg væl um, hvussu atkvøtt verður á løgtingsvalinum, Tí logikkurin hjá Johan í Kollafirði er soleiðis:
? Um tú ynskir tær ein tunnil og ein politikari lovar ein tunnil, so skalt tú ikki atkvøða fyri honum, tí hann heldur ikki sítt lyfti og so fært tú ongan tunnil. Men um tú stemmar upp á meg, so syrgi eg fyri at tú fært ein tunnil, tí tað var tað, sum politikarin sum lovaði........

Bandittar til fólk

Floksformaðurin í Kollafirði er útbúgvin pedagogur og tað heldur hann, gevur honum serligt hegni, sum politikari.
? Eg fái bandittar til fólk. Og eg eri útbúgvin at fáa ein barnagarð at fungera. Tú skilur, hvat eg meini, ha? sigur Johan í Kollafirði.
Hann ásannar samstundis, at hann alla tíðin skal ansa eftir ikki at verða keðiligur og tað kann vera trupult.
Hin stuttligi flokkurin hevur eisini ein annan boðskap, sum er sprottin úr arbeiðinum at savna undirskriftir til flokkin.
? Eg møtti fleiri fólkum, sum søgdu seg ikki tora at skriva undir. Tað er synd og soleiðis eigur tað ikki at vera. Okkara politikkur er eisini, at øll skulu tora.
Johan í Kollafirði hevur eisini kent tað eyðmýkjandi at biðja um undirskiftir frá fleiri hundrað fólkum, men tað krevur vallóg og valskipan.

Verjir seg móti ósigri

Fyri at binda um heilan fingur og tryggja seg móti einum lemjandi ósigri á løgtingsvalinum, so hevur Hin stuttligi flokkurin úttongkt eina møguliga forkláring:
? Um eg ikki veríð valdur so er standurin landinum ikki so ringur, sigur Johan í Kollafirði, sum hesa løtuna gloymdi at vera ordiliga stuttligur.