Konfrontatiónslinjan og Fólkaflokkurin

Ferð eftir ferð verður av konfrontatiónslinjuni í Tjóðveldisflokkinum ? serliga í Fregnum, men eisini í (samskipaðum?) lesarabrøvum - júkað upp í saman, at Fólkaflokkurin er í tvíningum í sjálvstýrismálinum ? og so verður løgmaður svertaður til!

 

Jógvan á Lakjuni, tingmaður Fólkafloksins

 

Tú spyrt teg sjálvan, hvat endamálið er við hesum. Er tað veruliga so galið, at hesir menn eru úti eftir at spjaða sjálvstýrisvongin í Føroyum?

 

Í Fólkaflokkinum stendur øll ting- og landsstýrismanningin saman um løgmann í miðvísa arbeiði hansara at fáa veruligar loysnir á sjálvstýrisleið sambært løgtingssamtyktini um sjálvstýri Føroya fólks.

 

Tað var ein trupul avgerð, tá ið fólkaatkvøðan varð avlýst, men vit taka fult undir við teimum sjónarmiðum, sum løgmaður legði sum grund fyri síni støðutakan í hesi torføru avgerð.

 

Samskiftið innanveggja í Fólkaflokkinum er gott og vinarligt. Sjálvandi eru vit ósamd við hvørt ? tað hava vit jú loyvi til í einum demokratiskum flokki. Men øll mál verða viðgjørd við virðing fyri sjónarmiðunum hjá hvørjum øðrum, og allar niðurstøður floksins eru gjørdar í semju millum ting- og landsstýrismenn.

 

Tað er ikki ókendur taktikkur, tá ið áralagið ikki er so gott innanborða hjá einum sjálvum, at venda eygunum frá egnari ómegd og geva øðrum skyldina!

 

Men her er adressan skeiv! Tingmanning Fólkafloksins stendur saman og stuðlar løgmanni og landsstýrismonnum floksins í teirra dagliga arbeiði í landsstýrinum!

 

Eg vóni ikki, at tað fer at eydnast konfrontatiónslinjuni at spjaða okkum, sum veruliga vilja hava sjálvstýri í Føroyum.

 

Latið ikki konfrontatiónirnar oyðileggja loysnirnar!