Jú sanniliga er munur á hesum báðum. Kong Salamon, landsstýrismonnum og løgtingslimum og Jørgen Hattemager fólka og avlamispensiónistum. Eg sat í morgun og lurtaði í sjónvarpinum, so løgið tað nú einaferð ljóðar, eftir okkara háttvirdu landsstýrismonnum og løgtingslimum og har varð tosa um pensiónir, pensiónistar, ja hvussu øll henda nýggja fólka og aðrar pensiónslógir skuldu avgreiðast.
Her vóru menn og kvinnur samd, partvís samd, yvirhøvir ikki samd og onnur ið púrt onki høvdu skilt av nøkrum?
Gud forbarmi seg fyri okkara landsstýrismonnum og okkara høga Løgtingið. Tit eru nakrar stórar, ja stórar skommir!
Okkara pensiónistar, ja møguliga fleiri av teimum, hava bara sína skalluttu pensión at liva av, standa nú á berum, her á gáttuni til jóla 1999, onga pensión. »Farið tit á Almannastovuna og biðið um hjálp«. Jú, jú tað er jólagáva ið dugir frá landsstýrismaður Helena Dam á Neystabø. Tit geva hvørjum øðrum skuldina, so er jú sera lætt hjá uttanfyristandandi at konkluderað.
Ongin av tykkum, hvørki í landsstýrinum, ella í løgtinginum, eru tykkara uppgávu vaksin. Noyða hesar neyðars pensiónistar biddaragongd á Almannastovuna nú upp undir jóla, eftir pengum, ið eru teirra egnu, so lágt seta tit hesi menniskju, ja vanvirða tey.
Tit klandrast og brikslast verri enn smábørn ið eru komin upp at tottast.
Nei, frú landsstýrismaður Helena Dam á Neystabø, hatta var veruliga ov vánaligt og ein sera sera ljót gerð móti okkara gomlu og óarbeiðsføru pensiónistum, her í okkara nú næstan fullvellandi Føroyum.
Tit bóru sanniliga skjótt at, tá tit hækkaðu tykkara egnu lønir og viðbøtur, tá var eingin fjáltur á monnum.
Ger skálkið gott, hann lønir tær aftur við há og spott, er eitt gamalt orðatak, men eg vóni ikki, at hetta fer at verða ein yvirskrift yvir tær nýggju føroysku pensiónir til tey gomlu ið bygdu hetta landið upp til tað vælferða land tað er í dag, tá verður tað ein gráin tøkk! Livst so spyrst.
Gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár til allar føroyingar.
Eyðálvur Kári Nielsen
640 Rituvík