Kongakrabbin hóttir vistfrøðina við Antarktis

Fiskifrøðingar stúra, nú menn eru komnir fram á nógvan kongakrabba tætt við Antarktis

Fiskivinna

Árni Joensen:

[email protected]

 

 

Kongakrabbin er ikki nakar vanligur krabbi, soleiðis sum vit kenna krabba á okkara leiðum. Toyggir tú armarnar og klørnar, kann hann vera næstan tveir metrar breiður, og á vektini togar hann í tíggju kilo. Tað er tí kanska einki at siga til, at fiski- og lívfrøðingar halda eitt vakið eyga við, hvar kongakrabbin heldur til.

 

-Kongakrabbin er á gáttini til Antarktis, segði Sven Thatje frá bretska havrannsóknarstovninum í Southampton á einari ráðstevnu, sum var í Boston í USA í síðstu viku.

 

Sven Thatje og aðrir granskarar halda, at tað er tann veksandi hitin á Jørðini, sum hevur fingið kongakrabban at flyta seg longri suður. Meðalhitin í havinum kring Antarktis er hækkaður eitt stig tey seinastu 50 árini, og tað er tvær ferðir meiri enn á øðrum havleiðum.

 

-Gróðurin í havinum við Antarktis hevur fingið frið í fleiri milliónir ár, tí kuldin hevur hildið øllum fremmandum rovdjórum burturi. Verður havið lýggjari enn nú, kann tað fáa kongakrabban at leita sær suður hagar, segði Sven Thatje á ráðstevnuni í Boston.