Kongaliga Operan hevur á hvørjum sumri eina langa røð av konsertum runt um í Danmark og í ár fevnir konsertrøðin eisini um Føroyar og Grønland. Nakrir av teim fremstu solistunum í operuni og pianisturin Leif Greibe bjóða fólki til konsert við eini røð av hæddarpunktum úr operasøguni, m.a. ástardrykkurin eftir Donizetti, Barberurin úr Sevilla eftir Rossini, Carmen eftir Bizet, La Traviata eftir Verdi, Cosi fan tutte eftir Mozart, La Bohème eftir Puccini og Tannhäuser eftir Wagner. Frásøgufólk á konsertini verður operadramaturgurin Henrik Engelbrecht.
?Kongaliga Operan hevur verið væl fagnað og móttikin á okkara konserferðum runt um í Danmark hesi seinastu árini við operaframførslum, ið eru meira intimar. Fyri okkara listafólk hevur tað verið ein ótrúliga góð uppliving at hitta áhoyrarafjøldina. Tá vit nú seta kós ímóti Føroyum og Grønlandi fyri fyrstu ferð, er hetta eisini heilt í tráð við okkara ætlanir um at verða tjóðpallur fyri allar partar av landinum ? eisini innan opera?, sigur Kasper Bech Holten, operastjóri.
Konsertin í Føroyum verður í Norðurlandahúsinum 4. juni kl. 19.30 og luttakandi solistarnir eru Anne Margrethe Dahl sopran, Tuva Semmingsen mezzosopran, Niels Jørgen Riis tenor, og Christian Christiansen bass.
Konsertin varir umleið 2 tímar íroknað ein steðg á 20 minuttir, og kostnaðurin er kr. 200. Til ber at keypa atgongumerki í húsinum og á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo.