Kongaligt: Kate átti ein son

BRETLAND: Kring heimin hava miðlafólk og onnur við spenningi bíðað eftir, at ein ávís føðing í bretska kongshúsinum skuldi byrja

Fyri fáum minuttum síðani boðaði bretski miðilin Skynews frá, at kona William krúnprins, Kate hevði átt teirra fyrsta barn – ein son. Hann varð borin í heim kl. 16:24 okkara tíð.

Kate varð innløgd á føðideildina á St. Mary's Hospital mánadagin og nú er barnið so borið í heim, til stóra gleði hjá teim kongaligu kring allan heimin.

William og Kate vistu ikki frammanundan, hvat kyn barnið hevði. Nú hava tey fingið ein son, ið vigaði beint niðanfyri 3800 gramm.

Sum skilst verða foreldur og barn á sjúkrahúsinum til í morgin.