Kongaligu gestirnir í Vági

Klokkan umleið 13 sást Dannebrog á Vágsfirði og júst eftir skránni legði skipið at bryggju innan klokkan 13:30.

Kappróðrabátar og tiltiknu grindabátarnir í Vági tóku ímóti Dannebrog á Vágsfirði, tá kongaligu gestirnir komu til Vágs klokkan 13 seinnapartin týsdagin. Meðan eitt næmingaorkestur leikti  horntónar, legði kongaskipið at bryggju og júst eftir skránni, klokkan 13:30, komu kongaligu gestirnir í land eftir reyða leyparanum.
                      Har tóku borgmeistarin, Kirstin Strøm Bech, og býráðslimir ímóti Drotning Margrethu, Hendrikki Prinsi, Krónprins Frederikki og Mary krúnprinsessu.                      Tá tey høvdu heilsast fóru tey at heilsa øllum teim mongu fólknum, sum høvdu leitað sær á bryggjuna at heilsa kongaligu gestunum og síðani




Heilsaðu stórum og smáum


Stór mannfjøld, stór og smá,  hevði leitað sær á bryggjuna í Vági at heilsa kongaligu gestunum og hóast morgunin var heldur tungur, so kom eisini sólin fram seinnapartin og tað gjørdist rættiliga summarkent hesa royalu løtuna í Vági
 
Kongalig Vitjan
Dagfinn Olsen
[email protected]
 
Kongaligu gestirnir heilsaðu stóru mannfjøldini, ið hevði leitað sær á bryggjuna í Vági at taka ímóti kongaligu gestunum. Børn, skrýdd sum kongar og prinsessur við krúnum, heilsaðu teim kongaligu og børn høvdu blómur, sum bæði Mary krúnprinsessa, og hini í fylginum, fegin tóku ímóti.
                      Og kongaliga fylgið gav sær góðar stundir at heilsa uppá og serliga børnini sluppu at geva blómur og at tosa við forkunnugu gestirnar.
                      Veðrið gjørdist av tí besta í Vági seinnapartin, sólin kom fram, og tað gjørdist rættiliga heitt, hóast mjørkin lúrdi millum fjøllini.           
Tá komið var framvið fjøldini á bryggjuni, gekk leiðin á Hotel Bakkan at fáa sær ábit, har býráðið var vertur við ein døgurða og handaði teim kongaligu gávur.
                      Á matarlepanum var ymiskt føroyskt, eittnú tvøst, skerpikjøt og eisini okkurt gott uttan av havi.
                     
Vitjaðu Sirri og listasavn
 
Drotning Margretha og Hendrik prinsur vitjaðu listakvinnuna Aggi í Vági og tey fingu eisini eina frágreiðing um eina hina kendastu kvinnuna innan føroyska málningalist, Ruth Smith. Kongaligu gestirnir vitjaðu eisni hjá Sirri
 
Kongalig vitjan
Dagfinn Olsen
[email protected]
 
Eftir ábit á Bakkanum í Vági, gekk leiðin longur vestur í bygdina. Kongaligu gestirnir skuldu vitja ullvikrið Sirri og Margretha Drotning og Hendrik prinsur skuldu innar hjá listakvinnuni Aggi - Ásgerð Ásgeirsdóttir ?at síggja myndir hennara og heilsa uppá listakvinnuna, sum syndi fram í hølum í Gama Skúla í Vági. Eftir skránni skuldu tey eisini uppá loftið, har Ruth Smith savn er, men orsakað av, at drotningin ikki eru so væl gongd, gjørdist hendan vitjanin avmarkað.
                      Men í gongini ávegis inn til Aggi hingu myndir hjá Ruth Smith og Maud Benjardøgg greiddi hegnisliga frá Ruth Smith ? lívi og list. Síðani fóru tey innar til Aggi, har hon tók ímóti og greiddi frá. Eisini eittnú Kirsen Bech Strøm, borgarstjóri, Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Hans P. Strøm, landsstýrismaður ? og vágbingur, vitjaðu listakvinnuna saman við kongaligu gestunum.
                      Vitjan hjá Sirri var síðani á skránni. Inni tóku Karin og Árni Brattaberg ímóti, meðan gestirnir úti kundu njóta eina mótasýning á altanini á haldilsbygninginum hjá virkinum og sá eittnú Mary krúnprinsessa hugtikin út av vøruúrvalinum.
                      Í samband við vitjanina hjá Sirri varð eisini spælt á veðrahorn. Ulf Nordlund, tónleikalærari hevur fingið hugskotið at gera ljóðføri úr hornum, og saman við næmingum leikti hann á horn og Mary fekk eit horn sum gávu.
                      Tá vitjanin hjá Sirri var av, gekk leiðin til sluppina Johonnu TG 326, innan leiðin gekk norður eftir oynni til Tvøroyrar.



Vitjaðu Johonnu TG 326
 
Innan kongaligu gestirnir og fylgið teirra fóru úr Vági klokkan 16, vitjaðu tey umborð á sluppini Johonnu
 
Kongalig Vitjan
Dagfinn Olsen
[email protected]
 
Innan kongaligu gestirnir fóru úr Vági, varð vitjað oman aftur á bryggjuna, har Johanna TG 326 lá flaggskrýdd. Hetta flótandi sjósavn, sum eisini júst er komið aftur av søguligari ferð í Íslandi og Aberdeen, er ein stoltleiki hjá Vágsbygd at vísa fram og tóktust kongaligu gestirnir eisni hugtiknir av skipinum og av frágreiðingini, sum ein høvuðsmonnunum aftanfyri varðveitingina av sluppini, Gudmund Jacobsen, gav teimum um sluppina og søgu hennara.
                      Eisini tosaðu gestirnir við fleiri av teimum, sum ofta hava mannað Johonnu, t.d. nakrar teirra, sum vóru við á søguligu ferðini fyri stuttum.
                      Tá fylgið kom í land av Johonnu, gekk leiðin úr Vági og norður eftir oynni til Tvøroyrar.
 
(greinarnar stóðu í blaðnum í gjár)