At Dynamitt eru kongarnir av Summarfestivalinum, fekst sjón fyri søgn í kvøld, tá teir fingu allan Vágsbø á gos. Dynamitt fara ongantíð at teljast millum teir bestu tónleikararnar, ei heldur bestu tekstahøvundarnar, men tá talan fellur á partyorkestur, er tað eingin bólkur, ið sum teir kann fáa lív í á Vágsbø.
Nú KÍ kanska ikki heilt liva upp til skylduna sum lokalar hetjur, er tað bara gott, at Klaksvíkin hevur Dynamitt. Teir megna sum eingin annar at fáa Klaksvíkingar - og øll onnur við - upp at flaksa, tá teir við sínum flata, men fangandi humori, einfaldu melodiunum og stuttligu pallframførslum, fáa øll at syngja Frensurin hjá Óla er gay, Aya aya umba og aðrar tápuligheitir.
Pallframførslan var ógvuliga stuttlig, og tað kendist týðiliga, at teir høvdu vant hana væl, tí alt klappaði sum tað skuldi. Fimleikarar, upptikin ljóðbrot og aðrar finessir sótu væl, og ikki kann sigast annað, enn at tað var imponerandi at síggja ein so ?óseriøsan? bólk hava eina so væleydnaða og lívliga framførslu.