Kongshjúnavitjanin heldur fram í Suðuroy í dag

Vitjanin byrjar í Vági klokkan 9:45. Síðani verður farið til Fámins og Tvøroyri

Dannebrog leggur at í Vági klokkan 9:45, har kongshjúnini fara í land til almennamótøku, har Bjarni Johansen, borgarstjóri heldur røðu og navnkennir býráðið.

 

Síðani verður farið í Far Lab í Vágs skúla.

 

Klokkan 11 verður við bili á Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar og fyrrverandi næmingar á Ítróttarháskúlanum.

 

Klokkan 12:55 verður Bjarni Johansen, borgarstjóri, vertur fyri miðmála á Hamragarði, har kongshjúnini eta miðmála saman við eldri búfólkum.

 

Klokkan 14:05 verður farið til Fámins.

 

##med2##

 

Síðani sær skráin soleiðis út:

 

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at í Vági.

 

Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Vágs kommuna hevur almenna móttøku, har borgarstjórin heldur røðu og navnkennir býráðið.

 

Kl. 10.15 Farið verður við bili til Fab Lab, sum er í skúlanum

 

Kl. 10.20 Vitjað verður á Fab Lab í Vágs skúla

 

Kl. 11.00 Farið verður við bili til Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar og fyrrverandi næmingar á Ítróttaháskúlanum.

 

Kl. 12.55 Borgarstjórin er vertur fyri miðmála á Hamragarði. Kongshjúnini eta miðmála saman við eldri búfólki.

 

kl. 14.05  Farið verður við bili úr Vági til Fámjins.

 

Fámjin

 

Kl. 14.30 Komið verður til Fámjins. Borgarstjórin tekur ímóti uttan fyri kirkjuna og navnkennir bygdaráðið.

 

Kl. 14.40 Kongshjúnini vitja kirkjuna.

 

Kl. 15.00 Spákað verður til Taravirkið, TARI

 

Kl. 15.40 Farið verður við bili úr Fámjin til Tvøroyrar.

 

Tvøroyri/Trongisvágur

 

Kl. 16.00 Komið verður til barnagarðin Mýrifípan í Trongisvági. Uttanfyri barnagarðin er almenn móttøka hjá Tvøroyrar kommunu, har borgarstjórin heldur røðu.

 

Kl. 16.50 Farið verður við bili til plantasjuna í Trongisvági.

 

Kl. 16.55 Komið verður til plantasjuna. Spákað verður gjøgnum lundina og kongshjúnini gróðurseta eitt træ í sambandi við, at viðarlundin er vorðin 100 ár.  

 

Kl. 19.30 Borgarstjórin er vertur fyri døgurða á SALT og navnkennir býráðið har.

 

Kl. 22.20 Kongsskipið Dannebrog siglir av Drelnesi

 

Fríggjadagur tann 13. juni á Eiði

 

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Eiði

 

Kl. 10.00 Kongshjúnini koma í land.

 

Kl. 10.10 Farið verður við bili til myndastovuna hjá Sigrun Gunnarsdóttir

 

Kl. 11.00 Komið verður við bili oman á Vaglið, har Eiðis kommuna er vertur fyri almennari móttøku. Borgarstjórin heldur røðu og navnkennir bygdaráðið.  

 

Kl. 11.20 Spákað verður framvið ellisheiminum til Hólmahúsið.

 

Kl. 11.35 Komið verður til Hólmahúsið, har borgarstjórin er vertur fyri miðmála.  

 

Kl. 12.45 Farið verður við bili aftur til kongsskipið Dannebrog.

 

Kl. 12.50 Komið verður til kongsskipið Dannebrog, og kongshjúnini fara umborð.

 

Kl. 18.00 Kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.

 

Kongsskipið Dannebrog er komið inn á Vágsfjørð. Tað hómast her á vevmyndum hjá Faroeislandslive (har pílurin er)

Kongsskipið Dannebrog er komið inn á Vágsfjørð. Tað hómast her á vevmyndum hjá Faroeislandslive (har pílurin er)