Felagið hjá Julian Johnsson, Kongsvinger, kann ikki vera nøgt við árið í ár, har liðið var nær við at flyta niður í næstbestu deildina. So illa gekk tað tó ikki, men felagið hevur ásannað, at tað er neyðugt at styrkja hópin til næsta ár.
Kongsvinger hevur í seinastuni gjørt sáttmála við fýra nýggjar spælarar. Tveir av teimum spæla í miðverjuni, ein er høgri vongbakkur og ein er áleypari.
Miðverjarnir eru ein íslendingur, sum eitur Steinar Dagur Adolfsson, og sum hevur spælt við Akranesi og eisini á íslendska landsliðnum, og ein svii, sum eitur Philip Abelstad. Hann kemur beinleiðis úr bestu svensku kappingini, Allsvenskan, har hann hevur spælt við IFK Norrköping, og hann hevur eisini spælt fleiri U21 landsdystir fyri Svøríki.
Úr Bryne (har John Petersen var og royndarvandi fyrr í ár) kemur áleyparin Caleb Francis, sum er norðmaður og sum hevur spælt við Kongsvinger fyrr. Hann skeyt millum 10 og 15 mál í næstbestu deildini í ár og er nú komin aftur til KIL.
Fjórði styrkurin eitur Ole Einar Martinsen. Hann kemur úr Lillestrøm og spælir vanliga høgri vongbakkur.
Julian Johnsson hevur spælt so at siga allar dystirnar hjá Kongsvinger í ár, teir flestu á defensiva miðvøllinum. Philip Abelstad er sum nevnt fyrst og fremst miðstoppari, men hann kann eisini brúkast á defensiva miðvøllinum.
Men eftir hvat skilst, er tað ikki plássið hjá Julian, at hesir eru keyptir inn fyri at styrkja.
Kongsvinger hevur altso keypt fýra nýggjar spælarar, men væntandi missir felagið eisini onkrar spælarar. Teir báðir Vidar Evensen og Jon Inge Høiland hava fyrr í ár verið til royndarvenjing hjá ávikavist Barnsley og Wimbledon í Onglandi. Hvørgin av teimum fekk sáttmála har, men Kongsvinger skal tó ikki rokna við at kunna halda upp á hesar báðar.
Spælararnir hjá Kongsvinger hava annars havt frí, síðani teir tryggjaðu sær plássið í Tippeliguni fyri skjótt einum mánaði síðani, men í gjár byrjaði venjingin aftur.