Her sæst Fríðrikur kongur á einari aðrari vitjan í Grønlandi saman við eitt nú grønlendska landsstýrisformaninum, Jens-Frederik Nielsen. Mynd: Oscar Scott Carl

Kongur vitjar í Grønlandi

Eftir ætlan verður kongur allan mikudagin í Nuuk, og hósdagin gongur leiðin til Maniitsoq og Kangerlussuaq

Her sæst Fríðrikur kongur á einari aðrari vitjan í Grønlandi saman við eitt nú grønlendska landsstýrisformaninum, Jens-Frederik Nielsen. Mynd: Oscar Scott Carl

Í vikuni fer Fríðrikur, kongur, á vitjan í Grønlandi. Hann lendir í Nuuk Lufthavn mikudagin, og tað verða grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen og formaðurin í grønlendska landstinginum, Kim Kielsen, sum taka ímóti.

 

Sambært Sermitsiaq í morgun, hevur grønlendska landsstýrið sagt eitt sindur um, hvør skráin fyri kongsvitjanina verður. 

 

Eftir ætlan verður kongur allan mikudagin í Nuuk, og hósdagin gongur leiðin til Maniitsoq, men enn er einki sagt um, hvør skráin fyri steðgin í Maniitsoq verður.

 

Hósdagin fer Fríðrikur eisini til Kangerlussuaq, og síðan er ætlanin, at hann fríggjadagin skal vitja tað, sum rópt verður Arktisk Basisuddannelse, og her endar almenna ferðin hjá kongi í Grønlandi.

 

Sagt verður um Arktisk Basisuddannelse, at hetta er ein stovnur, sum gevur tær ymiskar møguleikar og eitt fundament at halda fram í eitt nú donsku sjóverjuni, flogvápninum ella í herinum.

 

Sermitsiaq leggur aftrat, at neyvari verður kunnað seinni um vitjanina hjá Fríðriki, kongi í Grønlandi hesa vikuna.

 

 

 

Her sæst Fríðrikur kongur á einari aðrari vitjan í Grønlandi saman við eitt nú grønlendska landsstýrisformaninum, Jens-Frederik Nielsen. Mynd: Oscar Scott Carl