Hann er herligur. Thomas Blachman, sum hvørt um annað er genialur tónleikaframleiðari og provokerandi undirhaldari í X Factor kappingini í Danmark. Hann er høvuðsnavnið í X Factor, sum í kvøld endar við stóru finaluni í Herning. Hann er tann, sum meira enn nakar annar skapar søgur, undirhald og umtalu.
Hann er skjótur í vendingini, kreativur í orðavali, og so tímir hann so óvanliga væl at sita og prika hinar dómararnar, so at teir mugu stríðast ímóti at missa tamarhaldið á sær sjálvum. Tað er undirhald í sær sjálvum.
- Hetta er fjórðu ferð, at eg geri hetta, og eri yvirkvalifiseraður til at sita her, sigur Blachman sjálvur um dómarauppgávuna hjá sær í X Factor.
Og Blachmann hevur eisini nakað upp á hjarta. Hann torir at siga sína hugsan, og oftast er hann beinrakin og skilagóður. Hann torir eisini at gera samfelagsrelevantar viðmerkingar, sum kann fáa okkum at hugsa eitt sindur.
- Tað ber ikki longur til at fara inn á eitt alment toilett, uttan at har situr ein maður og grætur, tí hann er maður, segði hann í einari sending um mannin í dagsins samfelagi.
Men hann er ikki lættur at fáast við. Hann kann verða eirindaleysur og óstortligur í sínum viðmerkingum, og tá ið hann gerst órímiligur og gevur øllum hinum skyldina fyri alt, er hann á markinum til at missa sympati – ella kanska væl og virðiliga skeivu megin markið. Men sjálvt tað er undirhaldandi. Og vit vilja so gjarna síggja hann – hoyra hann. Hyggjaratølini eru í topp, og tað er ikki minsta takka verði honum.
X Factor er fjant og fjas – óneyðugt undirhald – eru tað summi, sum siga. Og tað kann verða nakað um tað. Men tað er helst akkurát tað, vit hava brúk fyri eitt fríggjakvøld – Blachmann er ikki tað ringasta undirhaldið.