I heyst lat spælistaðið Store Vega í Keypmannahavn upp eftir koronasteðg. Har eru vanliga 1500 standipláss, men koronatilmælini gera, at nú er rúm fyri 450 sitandi gestum.
Nú letur so staðið Lille Vega eisini upp. Har eru vanliga 500 standipláss, men eftir tilmælunum eru 90 sitipláss.
Og tað vera føroyingar, sum fara á pall, tá Lille Vega letur upp aftur 24. januar 2021. Tá fara Konni Kass og Jasmin á pall.
Eftir konsertskránni fer Brimheim á pall 12. februar saman við Reveal Party. Aftanfyri pallnavnið Brimheim er Helena at finna, og hon er dóttir Elina Brimheim, tónleikara, sum flestu føroyingar kenna.
Tónleikatíðarritið Gaffa skrivar í hesum sambandi, at tær eru millum teirra, sum fyrireikararnir nevna "nye danske talenter".