Konni Kass og Momo á G!

Tvey nøvn afturat eru komin á skránna til G! Talan er um føroyskt/donsku poppduoina Momo og Sementvinnaran, Konni Kass.

- Nú bert 17 dagar eru til Syðrugøta gerst karmur um G!Festivalin kunnu vit avdúka, at tvey nøvn afturat eru komin á skránna. Talan er um føroyskt/donsku poppduoina Momo og Sementvinnaran Konni Kass.

 

Tað siga tey, sum standa aftanfyri G! Festivalin.

 

Konni Kass er sildur nýggj, hóast hon áður hevur vitjað á G! í fólkatónleikahøpi. Men sum solistur er tað fekst, nýtt og spennandi, tá vit bjóða Konni Kass við bólki sínum á G!

 

- Herfyri vann bólkurin tónleikakappingina Sement, og Konni Kass gjørdi á tann hátt veruliga innrás í tónleikatilvitskuna hjá føroyingum.

 

Aftrat ársins skrá á G! legst eisini Momo, ið er eitt sera áhugavert samstarv millum føroyska sangskrivaran, Dánjal á Neystabø og danska noisegittarleikaran Stephan Sieben, sum hevur við sær søtan melodiskan synth popp, ið leiður tankarnar til tropurnar og ævigt sólskin.

 

- Teir kallað seg Momo eftir japanska orðinum fyri ferskur, og við at hugsa um júst eina sevjumikla fersku fært tú eina góða mynd av tónleikinum hjá Momo – njótilsi og gleði.

 

Tey, sum standa aftanfyri G!, siga, at fyrsta útgávan, sum er á veg, snýr seg eisini um frukt, og er á tremur við smílandi yrkingum og løgum sum ‘Coconut Lover’, ‘Strawberry Dance’, ‘Apple Song’ og ‘A Whiter Shape of Grapes’. Løg ið eru perfekt at dansa til.