Konsert
Klokkan 16 sunnudagin verður konsert við fjølbroyttari skrá í auluni á Eysturskúlanum.
Harmoniorkestrið GHM og Rútmiska kórið í Hoydølum hava kastað saman til eina felags konsert fyri á tann hátt at fáa skránna so áhugaverda og fjølbroytta sum gjørligt, verður sagt í tíðindaskrivi.
Ymiskt verður eisini gjørt í sjálvari konserthøllini fyri at hugna um hjá áhoyrarunum. Høllin verður meira at líkna við eina café enn ein kosertsal, tí borð og stólar verða sett upp, eins og ymiskt verður at fáa upp í munnin, meðan konsertin er. Bæði kaffi og heimabakaðar køkur verða boðin áhoyrarunum, stendur í tíðindskrivinum.
Harmoniorkestrið GHM fer at spæla ymsan tónleik. Tað verður alt frá romantiskum og swing tónleiki til kend lagatyssi hjá Abba, Beatles og Disney.
Rútmiska kórið í Hoydølum fer at syngja bæði rútmiskan og klassiskan kórsang.
Tað eru umleið 30 næmingar í Hoydølum, sum mannað Rútmiska kórið, og kórleiðarar og venjarar eru Hans Olivur Joensen og Hans Larsen.
Tilgongd
Harmoniorkestrið GHM er væl mannað, og nógv av fólkinum er ungt fólk, sum komið er upp í orkestrið seinnu tíðina.
Tilsamans eru umleið 40 leikarar í orkestrinum, og av teimum eru ikki færri enn 25 musikskúlanæmingar, sum byrjaðu eftir summarfrítíðina.
Í GHM fegnast tey sum vera man um tilgongdina, og minnast aftur á tíðina tá tann legendariski bretin, Hugh Watkins, í síni tíð kom við eini aldu av ungum fólki upp í GHM. Tey fólkini verða í dag roknað sum tann gamla gardan i orkestrinum. Samstundis vísir tilgongdin nú, at rættiligt lív og framgongd er í musikskúlaundirvísingini, sum er í støðugari menning, siga tey í GHM.
GHM er væl fyri, tá hugsað verður um venjarar og leiðarar. Ikki færri enn trý fólk svinga stavinum, tá vant verður. Oddur Hentze, Kenneth Jones og Andrea Heindriksdóttir. Sunnudagin verður tað Andrea Heindriksdóttir, sum fer at stjórna orkestrinum, verður sagt í tíðindaskrivinum.