Konsert í Norðurlandahúsinum avlýst av corona

Sum støðan er nú, er hetta tað rætta, sigur stjórin í Føroya Symfoniorkestur

Fleiri og fleiri tiltøk kring landið verða nú útsett fyri at forða fyri, at smittan við corona-virus skal breiða seg

Og nú verður eisini boðað frá, at ætlaða várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur, verður av ongum á hesum sinnið.

Hon skuldi vera í Norðurlandahúsinum leygardagin 21. mars, men nú verður hon útesett fyribils

 Leiðslan í Føroya Symfoniorkestri hevur gjørt av at fylgja teimum tilmælum, sum myndugleikarnir eru komnir við fyri at forða fyri smittuspjaðing, sigur Hans Petur í Brekkunum, orkesturstjóri.

Tað er harmiligt, at vit nú noyðast at útseta konsertina, men hetta er tað rætta at gera, nú støðan er sum hon er, sigur hann

Tey, ið hava keypt atgongumerki til konsertina fáa peningin aftur við at venda sær til Norðurlandahúsið.