Konsert í Tøting

Phønix og Jákup Á Lakjuni spæla konsert í Tøting í annaðkvøld, og konsertin byrjar klokkan 21. Konsertin er ókeypis fyri limir í Tónleikasamtakinum Grót.

- Tey, sum ikki eru limir í samtakinum, kunnu gjalda 100 krónur í limagjaldi við dyrnar, siga fyrireikararnir.

Phønix eru millum kendastu og mest spælandi fólkatónleikararnar í Danmark. Bólkurin, ið telur fýra tónleikarar, hevur ferðast víða um og hevur spælt í mongum ymiskum londum.

Í 2008 vunnu Phønix tvær Danish Music Awards viðurslønir fyri útgávuna "Folk".

Jákup á Lakjuni, sum er úr Fuglafirði, er eisini kendur sum Viktor Kingo.

- Hann var virkin tónleikari eitt tíðarskeið, meðan hann var búsitandi í Keypmannahavn, men hevur tó ikki spælt nógvar konsertir í Føroyum seinastu tíðina.

Tey, sum standa aftan fyri tiltakið í Tøting í annaðkvøld, siga, at tónleikaligi íblásturin hjá Jákupi eitt nú kemur frá Bob Dylan, Teiti, Johnny Cash og Leonard Cohen.