Konsertbrak við 130.000 W verður í Kommunuskúlanum

Í kvøld skipar Fut fyri ólavsøkukonsertini, eins og tvey tey seinastu árini verður hon í Kommunuskúlagarðinum

Tað eru 15 ár liðin síðan Fut skipaði fyri sínari fyrstu ólavsøkukonsert. Tey fyrstu árini var konsertin niðri á Skansanum. Hetta situr enn í minninum hjá fólki, sum nakrar sera væleydnaðar konsertir. Men av tí at ein partur av grasinum av Skansanum varð oyðilagt, vildi fornminnissavni ikki at konsertirnar skuldi halda fram har. Sjálvt um Fut vildi gera alt fyri at verja grasi, vildu teir ikki broyta hesa avgerð.

Konsertin bleiv flutt út á vøllin við Læraraskúlan, men heldur ikki hetta var ikki sera væl eydnað. Tá ið tað regnaði, var alt eitt stórt runudýki, og hetta var ikki nakað ein kundi bjóða fólki.

Enn einaferð bleiv konsertin flutt, hesaferð oman á molan, síðani á parkeringsøki uttanfyri Vaktar og Bjargingartænastuna. Her fór allur pallurin á flog tað eina ári, so konsertin ístaðin varð hildin í ítróttarhøllini á Hálsi. Árið eftir varð hon so flutt oman í Lítluvík. Her vórðu Fut noyddir til at byrgja økið av við bingjum. Hetta riggaði tó ikki serliga væl. Tað komu ikki nógv fólk til konsertinar, og onkur vildi verða við tað var tí at konsertøki var so óáhugavert


Fekk støðufesti

Tey seinastu trý árini hevur konsertin verið í Kommunuskúlagarðinum. Garðurin er sera væl egnaður til konsertøki. Ljóðviðurskiftini eru sera góð, og garðurin er reinur og penur. Tær konsertir, sum hava verið hildnar í Kommunuskúlagarðinum, hava eydanst sera væl, og hevur talið av áhoyrarum ligið upp ímói 2.500 hesi árini.

Í ár byrjar konsertin kl.22.00 og tað verður spælt líka til kl.03.00. Atgongumerki fáast við dyrnar frá kl 21.30.


Frændur fara at hitta

Hvør kennir ikki Føroyar, Mítt Land, Brot og vandasker, Eros. Ja vit kundu blivið við. Frændur er uttan iva tað orkestrið í Føroyum, sum hevur gjørt flest hitt. Teir hava ikki verið alment á palli síðani konsertinar, sum teir høvdu saman við Føroya Symfonyorkestrið í Norðurlandahúsinum.

Alla hesa vikuna hevur Frændur vant í Klaksvík, so vit eru væl fyri, sigur Eyðun Nolsøe. Vit fara at spæla sangir úr øllum útgávunum hjá okkum, og vit fara nokk at gera okkara til, at hetta skal gerast ein góð konsert, sigur Eyðun Nolsøe.

Manningin í Frændum er henda: Steintór Rasmussen, sang, Rani Nolsøe,sang og guitar, Eyðun Nolsøe, sang og guitar, Høgni Klakkstein,trummur og Erik Biskupstøð, bass



I AM verða við aftur

Klaksvíksbólkurin I Am var við á Ólavasøkukonsertin fyri tveimun árum síðani. Síðani tá hava teir givið eina fløgu út sum eitur ?Cast?. Henda fløga var sera væl móttikin, og hon er eisini nógv spæld í loftmiðlinum. Bólkurin I Am hevur spælt sera nógv í seinastuni. Fyri 3 vikum síðani var bólkurin í Íslandi, har luttóku á trimum konsertum. Eina uttandura konsert, eina á Broadway, og eina í tí stóru Laugardalshøllini.

Birgir Sigurðson sigur at teir gleða seg til konsertin. I AM er ein konsertbólkur og okkum dámar væl at spæla til stórar konsertir, sigur Birgir Sigurðson

Teir, sum manna I Am, eru Birgir Sigurðson, sang, Eyðbjørn Jacobsen, bass, Mikkjal Hvannastein, guitar,Hans Ove Johansen, trummur Heðin Olsen, Keyboard



Wild Child fara at seta lív í

Wild Child er bólkurin, ið umboðar Suðuroynna á ólavsøkukonsertini í ár. Bólkurin hevur verið frammi í fleiri ár og er væl umtóktur og gav fyri einum ári síðani stakfløgu út. Fleiri av løgunum eru nógv spæld.

Sum konsertbólkur er Wild Child góður og ikki minst eigur bólkurin ein góðan frontfigur í sangaranum, ið bæði dugir at syngja og hevur útstráling. Wild Child spælir melodiøsan rock og spennandi verður at hoyra bólkin aftur, eftir at lítið hevur verið at hoyrt t

il bólkin farna árið.

Í Wild Child leika Pól Arni Holm, sang, Dánjal Jákup W. Holm, trummur, Trúgvi Strøm, guitar, Thorbjørn Lisberg, ljómborð og Tróndur Enni, Bass.


Airbags

Vinnarirnir av Pop Top konsertini í ár blivu Airbags. Hetta er so fyrstu ferð at bólkurin er við einum so stórum konserttiltaki. Vit hava nokk ikki hoyrt so nógv til hendan bólkin, av teirri einføldu orsøk, at Airbags er ein rættuliga nýggjur bólkur, sum ikki byrjað at venja saman fyrr enn í apríl í ár. Tónleikastílurin er breiður. Blues, jazz og eisini eitt av sindur meiri harðum tónleiki; siga teir úr

Airbags. Teir, ið manna bólkin eru; Herfinn Árnafjall, sang; Uni Debess, sang og guitar; Jógvan Jacobsen sang og bass; Jóannes Reinert situr aftanfyri trummurnar og gestatónleikari er Búi Dam, guitar, sum er kendur frá bólkinum, Ivory.



Flux

Flux kenna flest fólk frá Prix Føroyar og 15 teimum bestu úr ÚF. Hesin bólkurin hevur sett saman nøkur heilt spennandi løg, sum flestu ung fólk hava tikið væl ímóti, t.d. hevur ?mr. Headless? verið serliga nógv at hoyrt.

Tónleikurin hesin bólkurin spælir er pop/rokkur, kanska í tí meiri rokkuta endanum. Ungi frálíki guitaristurin Terji Skipenæs, ávirkar nokk mest tónleikin; við sera íoyra fellandi og stórslidnum guitar-soloum koyra ella flúgva sangirnir avstað. Á tí føroyska tónleikapallinum hevur bólkurin virkað sum nýskapandi partur, frá grunge-rokk til tann eitt sindur meiri pop-rokkin.

Bólkurin byrjaði í ?97 og manningin er næstan tann sama. Hans Marius Ziska, sang og guitar; Terje Skipenæs, guitar; Sveinur Olsen, trummur; nýggjur í bólkinum er Kristian Eliasen sum spælir bass. Bólkurin fer at gera nakað serligt burturúr upptraðkanini, eitt ella annað ?freaky surprise? er latið blaðnum fortalt. Og nakað sum er meiri spennandi er at Flux fer at spæla

nýggja sangir á ólavsøkukonsertini. Vit bíða spent.



Clickhaze

kl. 23.00 fer Clickhaze á pallin. Í eystara parti av Eysturoy, í Gøtu hevur tónleikafelagið, Grót, verið við til at skapa eitt tónleikaumhvørvi, har tónleikur hevur staðið í blóma. Clickhaze er komin saman aftur í summar og hevur gjørt nakað av nýggjum tilfari. Tónleikararnir eru meiri og minni kendir úr ymsum tónleikabólkum, sum Ivory, Visible Fish og Mary Gold.

Bólkurin gjørdist kendur við Prix Føroyar Kappingini í fjør, tó at nýggja tilfarið er meiri melodiøst hesuferð, siga tey úr Clickhaze. Á konsertini fer Clickhaze at spæla bæði nýtt og gamalt tilfar.

Clickhaze eru: Petur Jensen og Eivør Pállsdóttir, sang; Jón Tyril og Bogi á Lakjuni, guitar; Jens Thomsen, bass og Høgni Lisberg, trummur.


Tangz

Hesin bólkurin spældi seg heilt uppá ovastu rók, í Prix Føroyar kappingini í

fjør. Sjálvt um ein ikki hevur hoyrt so nógv til bólkin ta síðstu tíðina, eru Tangz í gongd allatíðina við venjingum. Bólkurin heldur seg til ein rokk-tónastíl, sum verður kryddaður við tøkniljóðum frá Dánjali á Neystabø, ið situr við ljómborðið. Tónleikurin er rættiliga egin, og løgini við føroyskum orðum,rigga heilt væl.

Nýtt tilfar er á skránni til konsertina hóskvøldið, bólkurin fer eisini at

spæla okkurt meiri kent ?cover lag?.

Bólkurin er mannaður við: Rókur Jakobsen, sang; Hallur Johannessen, bass; Rói Christiansen, guitar; Halgir Arge, trummur; Dánjal Dam á Neystabø, ljómborð.


All That Rain

All That Rain er næstan tann sami bólkurin sum Kjølar var tað. Teir hava spælt nógv til dans og konsert ta síðstu tíðina. Bólkurin fer næstsíðst á pallin. Teir fara at spæla nøkur kend løg frá Kjølar, men eisini nakað av

nýggjum tilfarið verður at hoyra.

All That Rain eru teir tríggir: Jens T. Næss, sang og bass; Henning

Nicodemussen, trummur og Jens Marni guitar.


Adj - sound er farið til verka

Um fimm tíðina í gjár fóru teknikkarnir hjá Adj- sound til verka.

-Vit fara at gera okkara til at hetta skal verða ein góð konsert, sigur Petur Jacobsen frá Adj ? sound. Vit hava seks teknikkar til arbeiðis, og teir arbeiða inntil konsertin er klár. Petur Jacobsen , sigur viðari at hetta er tað størsta anleggið, sum hevur staði uppi í Føroyum. Eini 130.000 W kunnu koma út gjøgnum hátalararnar. Hetta er somikið nógv, at anleggið kann samanberast við tey sum verða brúkt til Grøn Konsert í Danmark.

Vit fara ikki at brúka øll wattini, sigur ein smílandi Petur Jacobsen. Vit hugsa eisini um grannarnar, men teir kunnu rokna tó við at hoyra okkurt, tí hetta verður ikki ein spakulig konsert, leggur Petur Jacobsen afturat.rti av heiminum, hevur vælferðarmenningin í Norðurlondum verið nógv størri enn aðra staðni. Tað haldi eg fyrst og fremst stavar frá betraðu møguleikunum hjá øllum at útbúgva seg. Tíðarrákið ber við sær, at eisini skúlin skal privatiserast. Hetta rákið er eisini so smátt farið at festa røtur í Føroyum. Men harfyri skal tann almenni fólkaskúlin til eina og hvørja tíð vera eitt eins gott tilboð til landsins ungdómar sum alt annað. Fólkaskúlin skal vera hvørvisteinurin, har ungdómarnir hvessa sær vitið og samstundis bráðpannan, har felagsskapurin verður styrktur.

Samgonguskjalið sigur, at møguleiki skal vera fyri frí? og eftirskúlum?

? Lógin um eftirskúlar er longu samtykt. Frískúlarnar prioriteri eg ikki høgt. Samfelagið er so litið, at tað illa tolir, at børnini kanska av átrúnaðarligum og politiskum orsøkum verða spjadd fyri allar vindar. Tað kann gerast ein hóttan fyri framtíðar føroyska samleikan.

Fróðskaparsetrið og granskingini sigur nýggi landsstýrismaðurin seg hava stóran áhuga fyri:

? Tá eg hoyri tveir av okkara fremstu vinnulívsmonnum ? Meinhard Jacobsen og Egil Olsen ? tosa um, at um vit granskaðu, so kundu vit rokkið einum milliarda útflutningsvirði bara burturúr høvdum og hinum, sum nú fer til slógv ella tað, sum verður trampað út gjøgnum lensiportrini, so ógvist eg. Hetta kann ein landsstýrismaður í granskingarmálum ikki lata fara atfur við borðinum. Eg havi talst millum teirra, sum hava mett gransking at vera tað, at originalar sita undir onkrari vaðing og fáast við gomul og gulna pappír, men har havi eg verið púra skeivur. Tað er alneyðugt at granska, og tað almenna eigur at stuðla tí. Alt granskingarumhvørvið skal ikki vera í høvuðsstaðnum. Deplarnir kring landið eru góðir, men tað skal samskipast við Fróðskaparsetrið.

Tórbjørn Jacobsen var limur í grundlógarnevndini, tá hann var tingmaður. Nú skal hann sum landsstýrismaður vera eykalimur:

? Í grundlógarnevndini varð tosað um, at eitt juridiskt umhvørvi átti at verið á Fróðskaparsetrinum. Tí taki eg undir við av fullum huga.


Landsstýrismaðurin og politikarar

Prátið er liðugt. Tíðin fer at vísa, hvat eftirmæli nýggi landsstýrismaðurin fer at fáa frá føroyska mentunarlívinum. Og tíðin fer at vísa, hvussu leikluturin sum semjusøkjandi ráðharri, sum samstundis ætlar sær at brúka heimildirnar hjá ráðharranum, fer at hóva Tórbirni Jacobsen.

Teir í tinginum, sum siga seg vera vinstravendar, plagdu at kasta Torbirni fyri, at hann var ultra høgravendur, og teir í hinum borðinum plagdu at siga, at hann var ytstur á vinstra veinginum.

Hvar ert tú at finna í politiska spektrinum?

? Politiskar hugsjónir eru góðar, men tær hava forkomið mongum politikara. Piet Hein tók eina ferð til, at ideologi er en erstatning for tænkning, og tað er nógv í hasum. Tú hevur nøkur grundsjónarmið, men skal nytta fáast burturúr teimum, so skulu tey lagast og mýkjast til tann veruleikan, sum tú livir og andar í.

Hvørjar eru tínar fyrimyndir sum politikarar?

? Mær dámar væl at lesa og hoyra um politikarar. Skal eg nevna fýra, sum mær hevur dámt væl, so er ein teirra okkara egni Atli Dam. Hann hevði veldug arbeiðsevni, hann hevði eitt ótrúligt innlit, og so dámdi mær stak væl, at hann var tað, sum danir kalla en handlingernes mand. Ein annar er Nikita Krutsjev, sum var sovjetiskur leiðari og royndi at gera upp við Stalin tíðina. Hann fall, tá Bresnev og aðrir frá Stalinsa tíð komu aftur. Krutsjev hevði stutt fjús, og hann var ikki bangin fyri at siga og gera tað, sum hann meinti og vildi. Fyrrverandi ísraelski verjumálaráðharrin og uttanríkisráðharrin og generalurin Moshe Dayan er tann triðji. Hann hevði so væl skipaði viðurskifti á ráðharrastovuni, og var harvið so tryggur við sítt politiska bakland, at at hann til eina og hvørja tíð sum gamal generalur kundi fara út á hermótið at verja móðurlandsins áhugamál, tá mest stóð á.

Og so var ein eftir?

? Hann er ein tann, sum mær hevur dámt kanska best at lesa um. Bevin var autentiskur proletariatur. Hann var leysingarbarn úr Bristol í Onglandi. Mamman doyði, tá hann var tólv ára gamal. Hann gjørdist dokkarbeiðari, kom inn í fakfelagsrørsluna, gjørdist arbeiðsmálaráðharri undir krígnum og endaði sum uttanríkisráðharri hjá Clement Attlee. Tað var ikki so lítið í bretska imperinum. Tað sigst, at hann sat í einari evarska lítlari skrivstovu. Í 1948 komu ísraelar, sum eg sjálvur haldi nógv av, til hansara at biðja um stuðul. Ensku stjórnini líkaði einki, at ísrealar proklameraðu sín egna stat. Tað er tiltikið, hvussu øðin spann í Bevin, tá hann kendi, at teir royndu at trýsa hann. Tað er eisini tiltikið, tá hann undir samráðingum við russarar í London eftir kríggið korporliga leyp á uttanríkisráðharran Molotvo. Høvdu trygdarvørarnir ikki verið so snarir í vendingini, so hevði annar teirra kanska ligið eftir á. Hetta vísir, at hann persónliga legði alt í.

Kennir tú teg sjálvan í honum?

? Tú kanst ikki renna undan samleikanum. Tað, sum eg haldi var so fasinerandi við honum, var, at hann stríddi seg upp úr ongum, og at hann ikki gloymdi ella royndi at fjala, hvør hann var, og hvagani hann kom.

Fert tú at ganga í skrúðgongu í føroyskum kløðum?

? Ja, og eg gleði meg at halda fyrstu ólavsøkuna í 30 ár. Bæði politiksa partin og alla ólavsøkuna sum hon er.