Konsertir við Gjógv

Sunnudagin 22. juli vera tvær konsertir norði við Gjógv. Tá fara íslendska Gunnhildur Halla Guðmundsdóttir og føroyingurin Ólavur Jakobsen at spæla

 

Í ár eru Summartónar og Norðurlandahúsið farin undir nýtt tiltak við sunnudagskonsertum við Gjógv. Konsertirnar hava samband við tiltakið Summartónar 2001.

Konsertirnar vera í kirkjuni og í bygdarhúsinum. Dagurin er skipaður soleiðis, at klokkan 16 er tann fyrra konsertin í kirkjuni. Um kvøldið er aftur konsert, men hesuferð í bygdarhúsinum. Millum konsertirnar kunnu fólk ganga túr og njóta frálíku náttúruna við Gjógv. Eisini er møguleiki at keypa sær okkurt til matna á vallaraheiminum.

Tann fyrra konsertin, sum er í kirkjuni, er ókeypis, men tann seinna kostar 80 krónur.


Føroysk verk

Spæld verða fyri tað mesta verk eftir føroyskum tónaskøldum. Á konsertini í kirkjuni fara Gunnhildur og Ólavur at spæla verk eftir Kristian Blak og Trónd Bogason, og í bygdarhúsinum eru tað verk eftir Sunnleif Rasmussen, Kristian Blak og Penderecki, sum eru á skránni.

Gunnhildur Halla Guðmundsdóttir spælir cello, og Ólavur Jakobsen spælir gittar.

Hetta tiltakið hevur verið roynt fyrr. Tað var 24. juni, tá Moyzes kvartettin úr Slovakia spældi við Gjógv. Tá eydnaðist tiltakið avbera væl, og kirkjan, sum tekur eini hundrað fólk, var nærum fullsett, og eini sjeyti fólk vóru á konsert í bygdarhúsinum.

Fyrireikararnir siga, at um undirtøkan verður eins góð hesuferð, so verður talan um at skipa fyri hesum á hvørjum ári.

Skipað verður fyri bussferð til Gjáar í sambandi við konsertirnar, og prísurin er 100 krónur fyri bussin. Til ber at bíleggja pláss í Norðurlandahúsinum og í Kunningarstovuni.